Lýsing
Lýsing

Aktivistur formaður í búskaparráðnum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.01.2019 - 22:14 Politikkur Tíðindi

30 ára gamli Djóni Højgaard, sum landsstýri valdi í Búskaparráði hevur verið sera aktivur uttast á reyða loysingarvonginum. Hann hevur fullhjartaður stuðla kósini hjá føroysku búskaparfrøðingunum, Kára Petersen og Jóannes Jacobsen viðvíkjandi uppboðssøluni í almenna kjakinum á sosialu miðlunum og tað er trupult at finna politiskt mál, sum hann ikki alment hevur havt eina meining um.

 
M.a. sigur hann á sínum facebook vanga at sjúkrahúsverkið eigur at laga seg til broytta samfelagsbygnaðin

- Kanska er tað trupult tí, at tað at kalla er ókeypis fyri smærru økini at tvíhalda um smáu kongaríkini og tá er lætt at niðurleggja veto.....

- Undir teiginum "samskipan av ogn", er einki meira nattúrligt enn, at ein endurstovnaður landsbanki eisini fær uppgávuna at skipa eina komandi tilfeingisbúð og harvið flyta umsitingina av fiskirættindum enn longur burtur frá politikarunum…..

- Endamálið má vera, at uppboðsølan gevur hægst varandi inntøku til føroya fólk, sum er tryggjað gjøgnum búskaparfrøðiliga fakligheit og ikki verður stýrd av stutttíðar partapolitiskum atlitum. Eitt høvuðstema í valstríðnum hesuferð er, hvussu fiskivinnan skal skipast framyvir. Kanska ikki serlig sexut evni, men tað hevur ovurhondsstóran týdning ikki bara fyri vinnuna fyri allan tann føroyska samfelagsbúskapin. Tað sum hevur týdning í einari komandi fiskivinnunýskipan, er at hon byggir á eina marknaðarskipan og sostatt tekur tekur ræðið at býta út rættindi frá politikarunum, so at vit fáa sum mest burturúr. ….
 
Á heimasíðuni hjá Setrinum stendur soleiðis at lesa um endamálið við Búskaparráðnum:
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og at koma við óheftari búskaparligari ráðgevingog frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Harumframt skal ráðið ráðgeva um búskaparlig viðurskifti, undir hesum um konjunkturgongdina og um fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum í longdini…..
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rebekka og Einar vunnu bæði FM 10 km og…
Aftursvar til Jákup Mikkelsen, Løgtingsl…
Einsamallur millum toppentur og æður
Jóhan: - Eg havi ikki vent, og fari ikki…
Rundvísing á Biskupstorgi
Móttøka fyri Special Olympics-liðnum
Heini, Kaj Leo og Klæmint frá byrjan
Kom og ver við at fjeppast um KÍ
Miseydnað kvettroynd í Sjálvstýri
Pól Huus stillar upp fyri Fólka­flokkin
Bíligari streymur til elbil og hitapumpu
Fiski­frøð­ingur fer lætt um sannleikan í…
Jórunn er tvífaldur FM vinnari
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
Løgtingið má krevja av Bústøðum at byggj…
Kvinnur og klæðir
Kristin Michelsen møguliga sambands­maður
Betri samtakið væl fyri
Tv-2 á Mentan­arviku í Runavíkar kommunu
Per Klarup tekur eitt ár afturat
Lýsing