Lýsing

Heldur ófiskaðar kvotur, enn at Havnin fær tær

SKRIVAÐ: Bogi Andreasen, Formaður í vinnunevndini í Tórshavnar Býráð  |  10.01.2019 - 23:46 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Fyri just tveimum árum síðan var stórfingin móttøka av uppsjóvarskipinum Hoyvík á Vestaru Bryggju. Frøin var stór, tí hetta var fyrsta uppsjóvarskip í Havn, síðan Krúnborg varð seld í 2006.

Almenna útlutanin av kvotum hevur gjørt, at høvuðsstaðurin hevur havt sera trupult at fóta sær í hesi vinnu, og tí fegnaðust øll um, at vit høvdu fólk og feløg, sum kortini tordu at taka við avbjóðingum.

At skapa nýggj arbeiðspláss og inntøkur til samfelagið er treytin fyri, at vit klára at fylla ásettar karmar og skapa tann trivnað, ið er neyðugur í kappingini til tess at draga okkara vælútbúnu fólk heimaftur úr útlondum – og fáa hini at trívast í landinum.

Spenningurin var tí eisini stórur, tá menningarkvotur skuldu útlutast fyri 2018.

Við nærum helmingi av fólkatalinum, tøkum skipum og kvalifiseraðum fyritøkum, so varð mett sjálvsagt, at høvuðsstaðarøkið fekk sín lut, serliga tá hugsað verður um, at almenna útlutanin nógvu seinastu árini ikki hevur verið høvuðsstaðnum til fyrimunar.

Men hóast høvuðsstaðurin lýkur allar treytir fyri menningarkvotur fekk hvørki Havnin ella Hoyvík nakað burturúr útlutanini. Vit kenna ongar haldbærar grundgevingar fyri, hví høvuðsstaðurin enn einaferð í eini almennari útlutan av fiskirættindum er við sviðusoð.

Mest hugstoytt er tó, at nú árið er runnið, so er fiskur fyri hundraðtals miljónir ófiskaður. Minni enn eitt prosent av svartkjaftinum er fiskað og túsundtals tons av sild og makreli eru heldur ikki fiskað. Sambært KVF eru bert 380 tons av 42.000 tons av svartkjakfti, sild og makreli fiskað.

Er tað soleiðis at skilja, at landsins myndugleikar halda tað vera betur, at virði fyri hundraðtals miljónir liggja ófiskað, heldur enn at lata ein part til høvuðsstaðarøkið?

Um tað er so, at adressan hjá umsøkjarunum er skeiv, ella at skip ella persónar, heimahoyrandi í Havn, frammanundan eru avskorin frá at troyta okkara tilfeingi, so hava vit ein stóran politiskan og fíggjarligan trupulleika, sum má takast til viðgerðar.

Eftir stendur, at við einum veti av vælvild, so kundu skip úr høvuðsstaðnum havt fiskað ein part av hesum tíggjutúsundtals tonsunum, sum nú liggja ófiskað.

Men eftir øllum at døma er adressan skeiv sambært sitandi landsstýrissamgongu.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyggjar í rangastrúpan?
Um KÍ kemur víðari: Møgulig mótstøðulið
Súsanna Lydersen nýggj forkvinna hjá St…
SEMJA í málinum um setan av forstjóra og…
Borgar­stjó­rin fegnast um nýggja graslíki…
Graslíkið tikið av
Open by night í Klaksvik
Eitt vakurt summarkvøld
Peningastovnar­nir læna mest út til húsar…
Articon og IRF í felags verkætlan
Grein 52 a fyrispurn­ingur til landsstýri…
Moralska kumpassin
Menningar­kvotur til Sandoynna tað einast…
Ófør at fáa børn, men ikki at hýsa
Verða menningar­kvotur­nar goymdar til val…
4 milliónir døgurðar um dagin!
KÍ havt sína síðstu venjing á hesum gras…
Dropi í lívsins havi
Heilsan – hitt nýggja stættar­stríðið
Nalja spælir á festivali!