Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein størri heimild til kommunurnar er framvegis loysnin á bústaðarneyðini

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  10.01.2019 - 23:48 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tí er  tað framvegis púra óskiljandi, at borgarstjórin í størstu kommununi í landinum kennir tað sum sítt kall at arbeiða ímóti, at kommunurnar fáa heimildir til veruliga at gera nakað munagott við stóru bústaðarneyðina! Hvat bleiv av kommunala sjálvræðinum?

Tað sigur seg sjálvt, at privata vinnulívið kennir seg tryggast og sær størstu vinnuligu møguleikarnar í at byggja bústaðir í miðstaðarøkinum, og tí er tað einki annað enn nátúrligt, at kommunurnar fáa víðari heimildir, enn tær hava í dag, til – í samstarvi við privatu vinnuna – at útvega fleiri bústaðir til allar samfelagsbólkar kring landið alt.

Tað er eingin loysn fyri føroyska samfelagið, um bara Klaksvík fær íbúðarneyðina loysta. Tað er heldur eingin loysn, um bara Tórshavn fær loysn á íbúðarneyðini. Nei, vit mugu finna eina fleksibla loysn, sum kann loysast umvegis allar kommunur í landinum, so samfelagið styrkist og veksur.

Hetta er alneyðugt, tí sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu verði eg dagliga gjørdur varugur við, at her í næst størstu kommunu í landinum er bústaðarneyðin ómetaliga stór. Fólk hava ómetaliga ringt við at finna nakað at búgva í her í økinum.

Vit hava eisini hoyrt borgarstjóran í Eysturkommunu og borgarstjóran í Fuglafjarðar kommunu eftirlýst størri heimildum, tí tørvurin er júst tann sami í hesum økjum.

Hetta var orsøkin til at bæði Sonja Jógvansdóttir, sum uttanflokkatingkvinna, og eg og Kári P. Højgaard, umboðandi Sjálvstýri, sum løgtingslimir, hvør sær løgdu fram uppskot um at útvega kommununum heimildir til í størri mun enn undir verandi lóggávu at seta í verk bústaðarbyggingar til allar samfelagsbólkar; ikki minst til tey, hvørs fíggjarligu fortreytir ikki eru tær bestu til sjálvi at byggja sær ein bústað.

Hetta er tað, sum hetta málið – og hetta kjak mítt við Anniku Olsen – snýr seg um, tí sum sagt í yvirskriftini: Ein størri heimild til kommunurnar er framvegis loysnin á tí risastóru bústaðarneyð, sum nú í skjótt drúgva tíð hevur rakt og rakar okkara landsmenn og -kvinnur – og ikki minst teirra børn.

Eina løtu hevði eg eina lítla vón um, at Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, borgarstjóri í størstu kommununi í landinum, hevði skift meining um hetta álvarsmál at útvega øllum samfelagsbólkum tak yvir høvdið.

Men eg má hervið staðfesta, at so er tíverri ikki, men hetta er nokk munurin á einum konservativum politikara og so okkum í Sjálvstýri, sum eisini hava við í stevnuskrá okkara, at samfelagið eisini skal taka hond um tey veiku í samfelagnum.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB