Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bill McLeod Jacobsen verður talentchef í HB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.01.2019 - 12:59 Ítrottur Tíðindi

Tað legst til við klaksvíkingum í HB.

HB skrivar soleiðis:

Nú skulu ungu talentini í HB røkjast betur, og tí hevur hevur HB sett ein talentchef, sum fær ítøkiliga leiklutin at taka sær av mongu ungu talentunum í felagnum.

Miðvís menning av felagnum
Ungdómsnevndin í HB arbeiðir miðvíst við at betra um tilboðini til leikarar í ungdómsdeildini í felagnum. Møguleikarnir gerast alt fleiri, og umframt skipaða styrkivenjing, fysioterapi, servenjingar av ymiskum slag, er tíðin nú búgvin til at skipa eitt nýtt starv, har leikluturin verður at stuðla teimum leikarum, sum hava potentiali og ynskja at røkka langt í fótbóltsyrkinum.

Breidd og elita
HB vil framvegis fevna um breiddina, og málið er framvegis at hava so nógvar leikarar sum møguligt at leika við HB. Harafturat verður nú eisini eitt eyka tilboð til teir leikarar, sum veruliga ynskja og droyma um eina fótbóltsyrkisleið, og vónandi kann hetta eisini eggja til, at hesin hópurin gerst størri við tíðini.

Bygnaðurin
Starvið er skipað soleiðis, at talentchefurin hevur ábyrgdina av talentunum frá U15 til og við U21, og hann skal tryggja eina góða yvirgongd frá ungdómi til vaksnamannadeildina. Talentchefurin vísir til høvuðsungdómsvenjaran, og eru uppgávurnar m.a.
• samskifti við leikarar, venjarar, foreldur og onnur,
• skipa og tilrættisleggja servenjingar,
• leggja ætlanir fyri einstaka leikaran,
• menna og vera ráðgevi hjá einstaka leikaranum,
• tryggja eitt gott og trygt talentumhvørvi, har talentini trívast.

Bill aftur í HB
Í HB fegnast vit um, at tað verður Bill McLeod Jacobsen, sum kemur at uppbyggja og røkja hetta starvið. Bill hevur venjaraútbúgvingina Pro Licence, sum er hægsta fótbóltsútbúgving hjá UEFA. Umframt at hava røttu persónligu eginleikarnar, hevur Bill eisini drúgvar venjararoyndir á høgum støði, 18 ár sum landsliðsvenjari, 3 ár í elitudreingjadeildini í Esbjerg eins og fleiri ára royndir í Betrideildini.
Eisini hevur Bill hesi seinastu árini bjóðað servenjingar til ung talent í síni egnu venjingarskipan í McLeod Coaching.
Í stuttari viðmerking við heimasíðuna sigur Bill, at hann er spentur upp á uppgávuna, har ein sleppur at geva eitt sindur aftur frá øllum studietúrunum og royndunum seinastu árini.
Síðsta uppgávan hjá Bill í HB var í 2017, tá hann var venjari hjá greipuvinnarunum hjá U15 dreingjum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað