Lýsing
Lýsing
Myndin er tikin í sambandi við ferð hjá vinnunevndini í Japan.

Føroyar og Brexit

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.01.2019 - 17:07 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Komandi týsdag verður atkvøðugreiðsla í Bretska parlamentinum um Brexit avtaluna hjá Theresu May. Um tað ikki er undirtøka fyri hesi avtalu, fer Bretland úr ES í mars uttan nakra avtalu.

Brexit fær so ella so sera stóran týdning fyri handils- og fiskivinnuáhugamál í Føroyum og fyri at verða so væl fyrireikað til hesar søguligu rembingar sum gjørligt, fara Bjarni Hammer og Jógvan Skorheim at verða gestir í enska parlamentinum 16. januar og luttaka á Prime Ministers Questiontime dagin eftir, at Ongland hevur atkvøtt fyri ella ímóti avtaluni við ES. Hesin dagur verður heilt serligur og ikki minst søguligur.

- Hetland og Orknoyggjar hyggja móti okkum, og eg haldi tað vera áhugavert at styrkja um sambandi við hesi støð. Eisini fara vit at hitta fólk, sum hava ein týðandi leiklut í sambandi við at skipa eina farleið til Skotlands, sum er uppá tal. Eg vóni, at vit kunnu virka til, at hetta ber á mál, sigur Bjarni Hammer, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin. 

Í samband við vitjanina í bretlandi eru fundir eisini avtalaðir skotskar politikarar um Skotland og Brexit. Eisini er ætlanin at koma inn á samstarv við Føroyar og allarhelst um nýggja atkvøðu um loysing frá Onglandi.

Hetta eru stórar rembingar, sum kunnu fáa kollveltandi jaligan týdning fyri okkum í Føroyum, heldur Bjarni Hammer.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin