Lýsing

Givnir at leita eftir horvna manninum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.01.2019 - 09:40 Myndarøð Tíðindi

Kl. 16:23

fyri løtu síðan var givist við at leita eftir horvna útlendinginum. Leita hevur verið bæði á sjógvi og landi, men eingi spor eru funnin, sum kundu givið ábending um hvat er hent manninum.

Nú verður mett um hvat er best at gera  og síðani verður gjørt av um leitingin heldur fram í morgin, varð sagt av politistøðini í Havn.

Kl 10:50

Vakthavandi hjá politinum sigur at teir hava enn einki sæð til saknaða mannin. Fyri einum tíma síðan fóru staðkent fólk saman við fólki frá politinum at leita. Eisini tyrlan er við í leitingini. Í nátt hevur Brimil leita kring Fugloynna men sum sagt er maðurin ikki funnin enn.

—-

Í gjárkvøldið vóru fólk í Fugloy bangin um ein ferðamann, ið var farin til fjals har úti, tí hann var ikki komin aftur til Rituna, sum hann hevði boðað frá at hann skuldi, og hóast tey høvdu leitað í bygdunum og koyrt og rópt millum bygdirnar, so var onki samband við mannin. Myrkur var komið á og politiið helt hattaði sær ikki at seta leiting í verk tá. Í morgun hava tey heldur einki sæð til mannin.

Men í morgun kom politi í oynna við tyrluni. Politiið hevði hundar við og er farið at leita. Veðrið er ikki av tí allar besta, grovir ælingar, men somikið klárt, at tað sæst niðan á toppin. Ikki er serliga kyrt í morgun, segði Jógvan Páll Poulsen av Fugloynni, tað er ikki meira enn vit fáa postin út í morgun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyggjar í rangastrúpan?
Um KÍ kemur víðari: Møgulig mótstøðulið
Súsanna Lydersen nýggj forkvinna hjá St…
SEMJA í málinum um setan av forstjóra og…
Borgar­stjó­rin fegnast um nýggja graslíki…
Graslíkið tikið av
Open by night í Klaksvik
Eitt vakurt summarkvøld
Peningastovnar­nir læna mest út til húsar…
Articon og IRF í felags verkætlan
Grein 52 a fyrispurn­ingur til landsstýri…
Moralska kumpassin
Menningar­kvotur til Sandoynna tað einast…
Ófør at fáa børn, men ikki at hýsa
Verða menningar­kvotur­nar goymdar til val…
4 milliónir døgurðar um dagin!
KÍ havt sína síðstu venjing á hesum gras…
Dropi í lívsins havi
Heilsan – hitt nýggja stættar­stríðið
Nalja spælir á festivali!