Lýsing
Lýsing
Tað fer at kølna í kvøld og í nátt. Kuldin verður komandi og farandi næstu dagarnar

Kaldari í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.01.2019 - 13:37 Tíðindi Veðrið

Tað verður einaferð tíðliga í kvøld, at kalda luftin norðaneftir fer at koma til Føroya. Til ta tíð kemur lýggj luft langt sunnan úr havi til okkara; hitin kring landið er 6 – 7 stig.

Ættin í dag er vestan; vindferðin 8 til 13 m/s.

Í nátturðatíð í kvøld minkar vindurin eitt sindur, og tað fer at regna eitt sindur eina løtu.

Um midnáttarleitið fer ættin at ganga upp ímóti norði, samstundis sum eitt brúgvalag við regni fer at nærkast norðaneftir.

Fyrrapartin í morgin fer ættin at vera landnyrðingur-norðan; vindferðin um 8 til 13 m/s. Tað fer at vera skýggjað veður við onkrum æli her og har. Hitin fer at sníkja seg niður ímóti frostmarkinum, so ælingarnir fara at vera við kava ella vátakava.

 

 

Eitt brúgvalag við regni

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggi bygningu­rin bygdur við rekord ferð
Boris Johnson tapti avgerðandi atkvøðugr…
Hagtøl: KÍ stendur seg betri í Tórshavn…
Helgi lættir um atgongd­ina til spritt
Vælkomin til kaffi  í morgin 23. oktober
Klaksvíkar sjúkra­hús hevur tikið nýtt, d…
Jógvan Páll Lassen í sínum vanliga stíli
Sjálvsagt tryggja vit ognarrættin hjá fø…
KÍ Ársveitsla
Aleksandar Djordjevic ársins venjari í k…
Treysti byrjar innandura­venjingar­nar í m…
Býráðið bjóðar til morgunmat í KÍ-høllin…
- Útbyggingin gevur Fjallafípuni enn bet…
Líðhamar 15.800 pund í dag
Minkandi í kvøld
B36-KÍ verður leygar­dagin kl. 15.00
Dansivetu­rin byrjaður
Smáar vatnmyllur eru vælegnaðar í Føroyu…
Johan Dahl spyr um sjóvegis samferðsluke…
Tøkk