Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ruth Vang og Poul Michelsen úr Framsókn ætlað sær ikki av við formanssessin í fíggjarnevndini | Mynd: Oliver Joensen

Løgmaður skapar ótta í Framsókn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.01.2019 - 14:21 Leiðarin Politikkur

Hóast tað nú er eitt ár síðani, at Kristin Michelsen segði seg ikki stuðla samgonguni longur, og løgmaður tískil hevur havt sera góðar stundir til at umhugsa allar hugsandi avleiðingar av at koyra hann úr flokkinum og samgonguni, tykist málið ikki vera vent við samgongufelagarnar

Nýggja strategiin at avlýsa og útseta fundir, har man stúrir fyri at missa ein oddasess, tykist vera komin í Løgtingið. Ongin fundur stendur at vera í Fíggjarnevndini hvørki komandi ella aðru viku. Hann skuldi annars vera hósdagin 10. januar. Fáir politikarar tykist vilja siga tað hart, men tað er ikki torført at gjøgnumskoða, at orsøkin er, at forkvinnan, Ruth Vang úr Framsókn, óttast at missa forkvinnusessin.

Hóast tað nú er eitt ár síðani, at Kristin Michelsen segði seg ikki stuðla samgonguni longur, og løgmaður tískil hevur havt sera góðar stundir til at umhugsa allar hugsandi avleiðingar av at koyra hann úr flokkinum og samgonguni, tykist málið ikki vera vent við samgongufelagarnar. Í Framsókn visti formaðurin, Poul Michelsen, ikki at siga, um Kristin Michelsen framvegis var partur av grundarlagnum hjá samgonguni, hóast egna útsøgnin hjá Kristini sigur, at tað er hann ikki. Og eftir samgongufundin síðst í hesu vikuni segði Poul Michelsen eisini, at tað kom ikki uppá tal, at Framsókn skuldi av við formanssessin í Fíggjarnevndini.

At síggja til er tað ikki órímiligt, at andstøðan krevur at fáa nakrar formanssessir í løgtingsnevndunum. Teir tríggir landsstýrisflokkarnir umboða ein minniluta av tinglimunum og harvið ein minniluta av Føroya fólki. Parlamentariska grundarlagið hjá samgonguni telur í dag bert 15 tingfólk, í mun til heili 20, tá samgongan saman við Sjálvstýri og Anniku Olsen avhelt nevndarvalið í 2015 og fekk allar formanspostarnar. Hetta sjónarmiðið hevur Bill Justinussen, fíggjarnevndarlimur, eisini ført fram alment.

Hinvegin ber eisini væl til at skilja Framsókn og partar av samgonguni. Kristin Michelsen er longu formaður í Rættarnevndini, og nú hann er koyrdur úr Javnaðarflokkinum, missir samgongan tann formanspostin og andstøðan fær hann. Skal hann so eisini gerast formaður í Fíggjarnevndini, gerst Kristin Michelsen ein rættiliga valdsmikil persónur í føroyskum politikki, og tað var neyvan ætlanin við at ekskludera hann.

Taktiskt var avgerðin hjá løgmanni so sum so. Løgmaður bíðaði til eftir fíggjarlógina við at koyra Kristin Michelsen úr flokkinum, eftir at hava livað við hansara solospæli í 11 mánaðir. Løgmaður hevur ivaleyst havt ætlanir um at ekskludera Kristin Michelsen leingi, men hevur ikki torað, tí so nógv hevur staðið uppá spæl. Tá so atkvøðan hjá Kristini fyri fíggjarlógini kom í hús, og ein friðarligur politiskur januarmánaður uttan løgtingsfund stóð fyri framman, hevur løgmaður so passað sær løgir og tók loksins avgerðina fyrst í januar.

Men her varð rokning gjørd uttan Framsókn. Hóast fíggjarlógin er fingin frá hondini, hevur fíggjarnevndin nógv eftir at gera. Fíggjarkarmarnir fyri 2020 skulu leggjast fram í mars, umframt at nevndin skal taka støðu til øll tey mál, sum løgtingið beinir í hana. Og kann gera av at “sylta” tey. Hóast Framsókn hevur keypt sær tíð við at útseta fundin 10. januar, er greitt, at hendan strategiin ikki kann brúkast í longdini. Fundur má og skal vera fyrr ella seinni, og sambært Bill Justinussen bíðar andstøðan bara eftir at seta formansval á skránna.

Eitt val nú hevði reinsað luftina. Føroyar eiga at kunna liva við at hava eina minnilutastjórn nú og tá, men júst hendan minnilutasamgongan er ikki sjálvboðin. Hon er komin í lag við at tingfólk hava slitið við, og eru koyrd úr, sínum flokkum, og tí liggur rættiliga nógvur illvilji í luftini í Løgtinginum, har samgonguumboð og -stuðlar hugsa nógv um at vinna hvørjum øðrum neisir sum tøkk fyri seinast.

Ringa luftin í samgonguni er bæði hennara størsti trupulleiki, men samstundis orsøkin til, at samgongan vil halda fram til tað seinasta. Rumblið, sum samgongan hevur skapt, ger, at tølini í veljarakanningunum ikki síggja vøkur út, og tí óttast hon fyri at missa meirilutan til eitt val og vil helst ikki útskriva tað. Eitt fólkatingsval verður tó óansæð innanfyri 5 mánaðir, uttan mun til luftina í Føroyum, og so er spurningurin, hvussu valstríðið til tað fer at verða brúkt politiskt í Føroyum.

Men at útseta og avlýsa fundir, tí man óttast meirilutan í nevndini, er ikki demokratiskt. Her eigur Framsókn at vera búgvið og taka tarvin av Tvøroyri við hornunum. Kostar tað forkvinnuni sessin, kunnu tey bert takka løgmanni fyri tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni