Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjómanskvinnuringurin 60 ár

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.01.2019 - 23:30 Mentan Tíðindaskriv

Í dag, 13. januar 2019, verður sjómanskvinnuringurin í KFUM&K í Klaksvík 60 ár.

Hetta verður hátíðarhildið kl.18.00 í kvøld í KFUM&K. Á skránni verður felags -og solosangur, søgulig frágreiðing í orðum og myndum, andakt, heilsanir og endi. Aftaná verður ein góður drekkamunnur. Øll eru hjartaliga vælkomin

Tað var 13 jan. í 1959, at átta kvinnur komu saman í heiminum hjá táverandi trúboðara hjá Heimamissiónini, John Munch, fyri at byrja ein sjómanskvinnuring.

Suffía (Fía) Lassen, var vald til fyribils forkvinnu, men varð  tó forkvinna í mong ár.
Endamálið við ringinum var at savna kvinnur, sum kundu stuðla arbeiðinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini bæði andaliga og handaliga. Andaliga við forbøn og handaliga við at savna pening til arbeiðið og at gera jólapakkar til sjófólkið.

Ringurin samlaðist fyrsta mánakvøld í mánaðunum frá september til mai.
Á skránni var sangur, bøn, andakt, drekka og hugni, upplestur og annað.
Tiltøk vóru millum annað gjørd til frama fyri sjómansheimið Lívd í Føroyingahavnini og til bygging av Runavíkar sjómansheimið.

Ringurin hevur ment seg gjøgnum árini, og umleið 30 kvinnur eru nú í ringinum.
Uppgávurnar eru stórt sæð tær somu, hóast umstøðurnar eru nógv broyttar og innihaldið á kvøldunum er væl meiri fjølbreitt nú enn fyrr.
Viðhvørt bjóðar ringurin øðrum ringum at vitjað og so vitjað tær viðhvørt aðrar ringar.
Kvinnur úr ringinum hava verið trúfastar á Landsstevnuni, sum síðstu mongu árini hevur verið í Leguhúsinum í Nesvík fyrst í mai.

Ringurin samlast trúfast fyrsta mánakvøld í hvørjum mánað frá september til mai, har allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Forkvinnur hesi 60 árini hava verið:
Fía Lassen, Karolina Jacobsen, Jóhanna Christiansen, Ása Heinesen og Johild Johannesen.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð