Lýsing
Lýsing

Árni heiðraður - 20 ár umborð á Bragd

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.01.2019 - 18:03 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Oddmar Niclasen, skipari og ein eigari av Bragd, segði okkum, tá vit ringdu umborð í dag, at frætta um fiskiskap, at vit vóru vælkomnir á Stengurnar um fimm tíðina, tá Oddmar roknaði við at Bragd var aftur, tí hann hevði í hyggju at heiðrað Árna Poulsen, sum hevur verið ein av manningini á Bragd seinastu 20 árini.

Árni er sjúkrameldaður fyri tíðina, tí hann misti ein part av trimum fingrum fyri nakað síðani, tá hondin kom í klemmu í millum ein pullart og ein enda hjá skipinum.

Ikki var nógv sagt við egningarskúrarnar har Bragd lá, men eygnabráið hjá skiparanum og dekkaranum søgdu nóg mikið.

Árni hevur verið útróðrarmaður í eitt langt áramál, áðrenn hann fór við Bragd, hevði hann verið eini 13 ár við Turið og harafturat við øðrum útróðrarbátum. Áðrenn tað, var Árni avlærdur sum blikksmiðjur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…