Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingsformaðurin: - Her verður arbeitt dag og nátt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.01.2019 - 10:28 Politikkur Tíðindi

Kunningartøknin verður dagførd í tingsalinum og nýggj løgtings-heimasíða er á veg, upplýsir Páll á Reynatúgvu fyri Norðlýsinum

Kjak er í almenninginum um at samgongan ikki torir at kallað til tings, tí vandi er fyri at Framsókn missur forkvinnusessin í fíggjarnevndini. Samgongan er í minniluta og tískil hevur andstøðan kravt at nevndarval skulu verða.

Á heimasíðuni hjá løgtinginum er stendur dagsskráin framvegis á 2018 og ikki 2019. Vit spyrja løgtingsformannin nær næsti tingfundur væntast.

- Eg veit ikki við vissu nær vit byrja aftur, men antin síðst í januar ella fyrst í februar, sigur Páll á Reynatúgvu

Tað verður tó arbeitt dúgliga í tingsalinum, tó ikki politiskt.

- Í løtuni verða tøkniligar umleggingar gjørdar í tingsalinum. Nýggj myndatól verða sett upp og eisini verður ljóðgóðskan betra o.a, upplýsir løgtingsformaðurin. 

Heimasíðan hjá løgtinginum hevur nógv ár á baki, men eisini her er broyting í væntu.

-  Nýggj heimasíða er á veg, ynski er betri brúkarastøðu til borgarar og miðlar. Tøknin betrast allatíðina og tað mugu vit taka til okkum í løgtinginum. Her verður arbeitt nátt og dag, sigur løgtingsformaðurin at enda við Norðlýsið.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar