Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skorheim spyr um fríhandilssátmála við Bretar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.01.2019 - 13:11 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Jógvan Skorheim, sum í morgun fór til Bretlands í samband við Brexit, hevur sent Poul Michelsen vinnumálaráðharra ein grein 52a spurning um fríhandilssáttmálan, ið landsstýrismaðurin boðaði frá fyri nøkrum døgum síðani.

Jógvan Skorheim vil millum annað hava at vita, um fríhandilssáttmálin bert er eitt avrit av ES-sáttmálanum, ið hevur verið galdandi.

Í viðmerkingunum sigur formaðurin í Sjálvstýri eisini, at Bretland er í einari serligari støðu, orsakað av Brexit, og tí hevur Bretland stóran tørv á at gera avtalur við onnur lond í hesum døgum. Týsdagin 15. januar fer bretska parlamentið at taka støðu til Brexit, og tí eru fleiri serfrøðingar á einum máli um, at Bretland er kroyst til at gera avtalur við onnur lond, so tey eru klár til eitt Bretland eftir Brexit. 

Verandi ES-sáttmáli hevur fleiri vansar fyri føroyskan útflutning, og tí hava útflytarar havt eina vón um, at landsstýrið megnaði at fáa eina betri avtalu, ið veruliga gagnaði føroysku útflutningsvinnuni. Sáttmálin sum er í gildi, er ikki nøktandi og forðar fyri menning av útflutningsvinnu okkara, og tí er eisini neyðugt, nú møguleikin býðst, at víðka um karmarnar í avtaluni, so allar forðingar verða tiknar burtur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum