Lýsing
Lýsing

Dupultmoralskt dupultmandat

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.01.2019 - 20:24 Leiðarin Tíðindi

Bert góðar tvær vikur eftir at Javnaðarflokkurin á Tvøroyri samtykti at lata borgarstjóran har velja millum borgarstjórasessin og løgtingssessin, setir Javnaðarflokkurin nú ein løgtinglim í Fólkatingið. Og roknað verður við, at hann væl megnar at vera í tveimum størvum í tveimum londum í senn, tí onki varafólk er kallað inn til Løgtingið.

Javnaðarflokkurin gjørdi til fólkatingsvalið nógv burturúr, at teirra umboð á Fólkatingi fór ikki eisini at sita á løgtingi. Tað var ført fram sum stóri munurin millum Tjóðveldi, sum fekk hitt umboðið, og so Javnaðarflokkin. Eisini fyriliggur ein landsnevndarsamtykt hjá Javnaðarflokkinum um, at frá næsta valskeiði at rokna, skulu tingfólk floksins ikki sita í tveimum politiskum sessum samstundis.

Vit eru gamaní ikki komin inn í næsta valskeið enn. Men tá Javnaðarflokkurin bæði marknaðarførdi seg og bleiv valdur uppá at vilja røkja fólkatingssessin fulla tíð, og samstundis nýliga hevur samtykt at frátaka einum tinglimi annan fólkavalda sessin, so áttu vit at kunnað roknað við, at linjan var konsekvent.

Men eftir øllum at døma sleppur Henrik Old at sita bæði á Løgtingi og á Fólkatingi í senn og fáa løn úr báðum sessum.

Hetta er ein heldur margháttlig støða, har Javnaðarflokkurin tykist halda tað bera væl til at arbeiða í Keypmannahavn og Tórshavn samstundis, men ikki á Tvøroyri og í Havn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin