Lýsing
Lýsing
Lýsing

Formula varpar ljós á persónsdátuvernd og GDPR

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.01.2019 - 08:11 Tíðindaskriv

Nýggj persónsupplýsingarlóggáva er ávegis í Føroyum og verður hetta, í stóran mun, sama lóggáva, sum kom í gildi í Danmark og øllum ES limalondunum hin 25. mai 2018. Nakrar føroyskar fyritøkur eru longu fevndar av ES lóggávuni, aðrar verða fevndar av henni, tá ið hon verður endaliga samtykt og sett í verk í Føroyum - væntandi á vári komandi ár. Umráðandi er, at meta um støðuna og at fyrireika seg í góðari tíð, tí talan er um eina tilgongd, sum krevur ítøkiligar fyrireikingar.
 
Í eini tilgongd er fyrst og fremst neyðugt, at fyritøkan, stovnurin ella kommunan metir um, hvussu ein lýkur galdandi persónsupplýsingarlóggávu og kunngerðina frá 2003, fyri síðan at víðka hetta til eisini at umfata nýggju lóggávuna.  Í øðrum lagi má støða takast til, um verandi virksemi longu er fevnt av nýggju lóggávuni í ES. 
 
Persónsupplýsingarlóggávan fevnir um verju av persónsupplýsingum og rættindum hjá teim skrásettu. Brot á lóggávuna kann fáa álvarsligar fíggjarligar avleiðingar. Tískil er neyðugt við tøkniligum og fyrisitingarligum trygdartiltøkum fyri at tryggja persónsdátuviðgerðina á ein nøktandi hátt. Verður virksemið til dømis rakt av “Cyber” álopi og persónsdáta, t.d. kortupplýsingar, koma almenninginum til kunningar, kann endurgjald verða kravt, umframt at stór bót kann verða givin. 

Formula hevur drúgvar royndir og dagførda vitan innan persónsdátuvernd og KT-trygd og veitir holla ráðgeving innan hesi øki. Harumframt hevur Formula ítøkiliga tøkniliga vitan um, hvussu trygdarspurningar, tøkniliga sæð, kunna loysast. Síðst í januar skipar Formula fyri skeiðum í GDPR og KT-trygd, har serligur dentur verður lagdur á persónsdátuvernd og GDPR persónsdátulóggávuna.
 
Fá meira at vita á heimasíðuni hjá Formula: www.formula.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði