Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lógaruppskot skal tryggja fakligu dygdina á viðgerðarstovnunum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.01.2019 - 13:48 Politikkur Tíðindaskriv

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot til løgtingslóg um virksemi á stovnunum, ið veita viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnatrupulleikar í Føroyum.

Við lógaruppskotinum verður lagt upp til, at ein viðgerðarstovnur skal søkja um góðkenning fyri at kunna virka, og er tað Heilsutrygd, sum eftir umsókn kann góðkenna ein viðgerðarstovn. Ymsar treytir settar fyri at fáa góðkenning, eitt nú nøktandi hølisviðurskifti og at starvsfólkabólkurin samanlagt skal hava viðkomandi útbúgvingar og royndir við rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð.

Mett verður, at slík krøv kunnu tryggja dygdina á viðgerðartilboðunum, til gagns fyri  tey, ið stríðast við misnýtslu av rúsdrekka ella rúsevnum og teirra avvarðandi.

Eisini verður við uppskotinum ásett, at persónar, ið hava tørv á rúsviðgerð á samdøgursstovni, skulu fáa tilboð um ókeypis viðgerð.

Samanumtikið er málið við lógaruppskotinum at fáa greiðari regluverk rundan um rúsdrekka- og rúsevnaviðgerðarstovnar. Eingin lóggáva er í dag, sum regulerar virksemið. Tey, ið stríðast við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu hava heldur ikki nakran formligan rætt til at fáa tilboð um viðgerð fyri teirra misnýtslu.

Viðgerðarstovnarnir, sum virka í dag, liva í stóran mun upp til treytirnar, ið verða settar í lógaruppskotinum. Hóast hetta verður mett, at skilabest er við formligum reglum á økinum.

Freistin at senda inn viðmerkingar til lógaruppskotið er fríggjadagin 25. januar 2019.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar