Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sjúrður Skaale hevur drúgvar royndir í at handfara miðlunum

Væl møguligt at fáa farloyvi uttan tingfund

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2019 - 23:50 Leiðarin Politikkur

Sjúrður Skaale svarar Norðlýsinum aftur, at orsøkin til, at Henrik Old ikki hevur biðið um farloyvi frá Løgtinginum er, at ongin tingfundur er á skrá. Samstundis sigur hann skrivingina hava við tað at gera, at tað er valár.

Til tað fyrra er at siga, at tað ber væl til at fáa farloyvi, uttan at Løgtingið er saman. Við at kaga í gerðabøkur løgtingsins sæst, at har eru fleiri dømi um “Skriv frá (tingmanni), dagfest dd.mm.áááá, har biðið verður um farloyvi”, sum so verður lisið upp av tingformanninum á fyrstkomandi fundi aftaná. Er tingmaðurin framvegis í farloyvi, tá tann fundurin verður settur, verður samtykt, vanliga uttan atkvøðugreiðslu, at lata varafólkið taka sætið tá.

Tað vóru tvey viðurskifti, sum fingu okkum at taka søguna upp. Tað fyrra var lyftið til fólkið til fólkatingsvalið í 2015 um, at fólkatingsumboðið ikki skuldi sita í tveimum sessum í senn.

Hitt var avgerðin á Tvøroyri tann 29. desember í fjør, har Javnaðarflokkurin á Tvøroyri tók avgerð um, at borgarstjórin mátti velja millum borgarstjórasessin og tingmannasessin fyri Javnaðarflokkin við teirri grundgeving, at “Meirilutin í býráðnum á Tvøroyri førdi á fundinum í dag fram, at Tvøroyrar kommuna er so mikið stór og hevur so nógvar avbjóðingar, at tað er alneyðugt at hava ein borgarstjóra, sum er fulla tíð og ikki hevur annað at hugsavna seg um enn júst kommununa.“

Sjúrður Skaale førir fram, at har er ongin tingfundur, har Henrik Old kann biðja varamann koma á Løgting fyri seg. Men akkurát tað sama gjørdi seg galdandi fyri Kristin Michelsen. Síðani hann fekk valið millum borgarstjórasessin og tingsessin, hevur heldur ongin tingfundur verið, har hann hevur kunnað biðið varafólk komið á ting fyri seg. Men kortini fekk hann ultimatummið og skuldi velja annan sessin. Henrik Old hevur onki líknandi ultimatum fingið.

At Javnaðarflokkurin hevur ein standard Henriki Old viðvíkjandi og ein annan standard Kristini Michelsen viðvíkjandi (avgerðin um at krevja av honum at velja annan sessin varð tikin, meðan hann framvegis var tingmaður fyri Javnaðarflokkin) var tað, sum fekk okkum at taka málið upp og velja yvirskriftina.

Til seinnu viðmerkingina, “áhugavert valár, vit hava fyri framman” er at siga, at hetta er at skjóta journalistin. Sjálvandi er tað áhugavert fyri fjølmiðlar, sum fylgja við í samfelagnum, tá ein politiskur flokkur víkir frá tí, hann lovaði til valið. Og tað er ikki minni áhugavert fyri lesararnar, at ein flokkur hevur fleiri enn tann eina standardin fyri tingfólk floksins.

Hetta veit ein skrivandi maður sum Sjúrður Skaale, sum bæði er politikari og hevur skrivað fyri politikarar, sjálvandi fullvæl. Og hann hevði ivaleyst tikið undir við skrivingini, um vit skrivaðu um onkran annan flokk, ið veik frá sínum vallyfti og hevði ymiskar standardir fyri sínar tinglimir.

At Sjúrður Skaale nú leggur Norðlýsið undir at varpa propaganda, nú tað er hansara egni flokkur, sum verður kritiskt viðgjørdur, fáa vit illa viðmerkt við øðrum enn “look who’s talking”.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…