Lýsing
Lýsing
Lýsing

Motorar og skúli

SKRIVAÐ: www.ffs.fo  |  19.01.2019 - 20:49 Kykmynd Tíðindi

Tá næmingar í 8. flokki høvdu motorlæru mánadagin, koyrdu teir á einum Tomos-prutli í garðinum.

Lærarin royndi seg eisini og legði ein filmstubba á Facebook, har hann “driftaði” ella gjørdi “Donuts” við prutlinum. Onkur, sum hevði sæð klippið við manninum, boðaði honum frá, at ein eldri maður í Klaksvík var farin at rudda kjallara, og at har var millum annað ein knallert, ið var sett útum, tí hon skuldi beinast burtur. Hesin lærarin læt sær ikki siga tvær reisur, men helt avstað til Klaksvíkar eftir knallertini, ið sostatt varð bjargað á gravarbakkanum.
Mikudagin fóru so nakrir næmingar úr 9. flokki at royna seg við hesi knallertini. Treiskir og hugagóðir dreingir megna nógv, og fýra tímar seinni koyrdi knallertin. Hon hevði annars staðið í 22 ár í einum kjallara.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund