Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fiskivinnunýskipanin verður høvuðstema í komandi valstríði | Mynd: Oliver Joensen

Fiskivinnunýskipanin roynist illa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.01.2019 - 19:35 Leiðarin Politikkur Vinna

Nú valskeiðið fyri løgtingssetuna er um at verða runnið, er vert at hyggja at, hvat er komið burturúr. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fóru fyrst og fremst til val uppá at gera tað, sum ongin áður hevði megnað, nevniliga at nýskipa alla ta føroysku fiskivinnuna. Hvussu hevur so hildnast?

Uppgávusetningurin hjá nýskipanarbólkinum var greiður. Alt fiskatilfeingið skuldi bjóðast út á einum marknaði. Hetta var eisini alment ætlanin fram til februar 2017, men onkursvegna bleiv alt endavent tá. Í mars 2017 kom fiskimálaráðharrin við eini heilt aðrari ætlan og einum nýggjum orði, ið var “økiskvotur”. Uppboðssølan skuldi vera 60%. Og síðani tá er bara máað burturav nýskipanini.

 

100% gjørdust 15%, men kreativiteturin øktist

Kristin Michelsen rósar sær av, at tað var hann, ið fekk broytt 100% uppboðssølu til ein viðfáning uppá 15%. Um hetta er rætt, má samgongan svara fyri. Fyrst minkaði uppboðssølan niður í 60%, so niður í 20%, so kvinkaði hon uppaftur til 25%, fyri at enda á 15 prosentum. Men tey sum hildu, at nú var glantrileikurin av, fóru skeiv. Tí eftir hetta kom fiskimálaráðharrin við fleiri meira og minni kreativum útmeldingum.

 

 

Ein tílík útmelding var, at uppboðssølurnar skuldu vera duldar ella “afturlatnar”, sum tað æt seg. Viðgerðin skuldi fara fram handan stongdar dyr í Fiskimálaráðnum, og reiðaríini skuldu ikki vita, hvat hini reiðaríini bjóðaðu. Her vísti tað seg, at fiskimálaráðharrin stóð einsamallur um at vilja hetta, og tað er nú slept. Men hevði hetta eydnast, hevði fiskimálaráðharrin sjálvur forkomið tí seinastu restini av marknaðargrundaðari skipan, sum hóast alt kom ígjøgnum.

17. januar í ár bleiv kunngjørt, at uppboðssølurnar av rættindunum á Flemish Cap hóast alt skulu vera opnar. So er spurningurin hvussu verður við uppboðssølunum av botnfiski í Barentshavinum og rættindini til makrel, sild og svartkjaft.

 

Fiskimálaráðharrin broytir hugsan í heilum

Í august í ár segði fiskimálaráðharrin, at hann ætlaði at avmarka gomlu aktørarnar og oyramerkja eina ávísa nøgd til nýggjar aktørar. Hetta var eitt av endamálunum við uppboðssøluni, varð sagt. Men hendan fatanin er grundleggjandi broytt í kunngerðini um uppboðssølu, sum nú er lýst. Í §16 í kunngerðini stendur “Persónur ella felag, sum í 2019 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 74, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, kann lata boð inn.”

Hetta merkir, at einans tey, sum longu hava rætt til at fiska frammanundan, kunnu lata boð inn. Tað gongur beint tvørturímóti útmeldingunum, sum fiskimálaráðharrin hevur gjørt frammanundan, og eisini ímóti útmeldingunum um, at loyvini skuldu loysast frá fiskiførunum. Og tað, at útmeldingarnar eru so ymiskar, bæði um afturlatið og um opið, og um nýggjar mótvegis gomlum aktørum, so vilja fíggingarstovnar ikki spæla við. Tað er ein ov stór gambling, tí hvør veit um fiskimálaráðharrin ikki hevur broytt meining til næstu uppboðssølu?

Tað sigur seg sjálvt, at í eini skipan, sum ikki byggir á nøkur grundleggjandi prinsipp, og har alt er upp til huglagið hjá tí til eina og hvørja tíð sitandi fiskimálaráðharra, so aftra øll seg við at fíggja. Fíggingarveitarar vilja hava trygd. Teir vilja hava okkurt, sum er høgt í stein, og sum ikki verður broytt uttan víðari. Tað fáa teir ikki í verandi skipan. Undir verandi fiskimálaráðharra er ikki gjørligt at taka fyri givið. Alt, sum landsstýrismaðurin hevur lógarheimild til at broyta, kann man rokna við, ella stúra fyri, verður broytt. Tí var tað skeivt av Løgtinginum at geva landsstýrisfólkinum so víðar heimildir í lógini.

 

Menningarkvoturnar ein kavabóltur

Ein ætlan, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ikki fóru til val uppá, men sum kortini endaði við at koma ígjøgnum, var menningarkvoturnar. Upprunaliga itu tær økiskvotur, men eftir at tað bleiv greitt, at øll økir ikki fóru at fáa, broyttu hesar navn. Her er tað neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at hesar hava elvt til ruðulleika og eyka umsiting, so tað forslær, líka frá byrjan.

Arbeiðið dró út og ikki fyrrenn í august blivu rættindi fyri 2018 tillutað. Nú um vikuskiftið er kunngerðin menningarkvotur fyri 2019 farin til hoyringar, og síðani skal nevnd setast (við 6 limum heldur enn 3), umsóknarfreist ásetast og so aftur ein viðgerð, so vit fara at verða komin eitt heilt fitt petti inn í árið, áðrenn farast skal til fiskiskap.

Avleiðingin av at arbeiðið fyri 2018 var so nógv seinkað gjørdist, at tey sum fingu menningarkvotur tá, einans megnaðu at fiska 17% av tí, tey fingu. Spurningurin er nú, um menningarkvoturnar fara at gerast ein kavabóltur, sum Landsstýrið rullar framman fyri sær á hvørjum ári. Greitt er, at hetta krevur nógva orku til umsiting, viðgerð og eftirlit.

 

Orkan brúkt skeivt

Tað er týðiligt, at ein stórur partur av orkuni hjá Fiskimálaráðnum og fiskimálaráðharranum er farin til nakað, sum ongin hevur lovað, nevniliga menningarkvoturnar. Umsitingararbeiðið hevur verið drúgt, og í onkrum føri hevur verið neyðugt at inndrigið kvotur aftur, í øðrum førum at givið ávaringar. Alt hetta man krevja eitt stórt eftirlit. Hartil er av onkrari orsøk orka løgd í at hava uppboðssølurnar duldar, uttan at tað er greitt, hvussu hetta skuldi verið eitt gott hugskot.

Samstundis er greitt, at orka ikki er brúkt uppá stovnsrøkt, herundir at leggja um frá fiskidøgum til kvotur og forða fyri útblaking við eini umsitingarætlan. At avmarkaða arbeiðsorkan í Fiskimálaráðnum er brúkt uppá óumbiðin viðurskifti sum afturlatna uppboðssølu og menningarkvotur og idealistiskar, men órealiseraðar málsetningar um nýggjar aktørar, hevur uttan iva gjørt, at ov lítil orka hevur verið eftir til føra vallyftini og stóru visiónirnar um stovnsrøkt og marknaðargrundan út í staðin. Og tað er løgið, at tað skal hava verið raðfest uppá tann mátan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…