Lýsing
Lýsing

Landsstýrið knúlvar fólkaræðið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.01.2019 - 21:36 Leiðarin Politikkur

Spurd, hví hon ikki hevur innkallað til nevndarfund í Fíggjarnevndini, sigur Ruth Vang, at samgongan (!) ikki kann góðtaka at missa forkvinnuna í Fíggjarnevndini. Og seinni sigur hon, at tað er upp til samgonguleiðsluna at greiða træðrirnar. Við øðrum orðum er tað eftir harraboðum frá formonnunum í samgonguflokkunum, sum allir eru landsstýrismenn, at hon ikki hevur kallað inn til fundar. Harvið leggur Landsstýrið – fyrisitingin – tað fólkavalda Løgtingið lamið. Og fólksins umboð, tey fólkavaldu, lata sær tað bara lynda.

Leygardagin 19. januar var ein mánaður síðani seinasta fíggjarnevndarfund. Fundur skuldi vera aftur hósdagin 10. januar, men varð av ongum, tí andstøðan vildi hava formansval sett á skrá. Almenna grundgevingin var annars, at tey skuldu á ein annan fund, men nú tólv dagar seinni er tann fundurin uttan iva liðugur, og kortini verður ikki kallað inn til fund í fíggjarnevndini.

 

Málini hópa seg upp

Tað er ikki tí at ov lítið er at gera. Níggju tingmál eru farin út um freistina fyri at koma úr aftur nevndini. Úr rúgvuni kunnu nevnast varskógvaraskipan, Fámjinstunnil, skattur á heimavirki, Barnaheimið, Dalstunnil, bústaðarbanki og javnseting av almennari og privatari bústaðarbygging.

Spurd um hetta, svarar Ruth Vang rættiliga kryptiskt “tað verður hvørki í dag ella í morgin” og styrkir harvið illgrunan um, at tað ikki er hon sjálv, sum ger hetta av, men óviðkomandi kreftir uttanfyri Løgtingið, sum toga í træðrirnar.

 

Landsstýrisfólkini fara inn í Tingið og blanda seg

Jacob Vestergaard, sum sjálvur situr í Fíggjarnevndini, váttar, at so er. Við Kringvarpið segði hann fríggjadagin, at “Arbeiðið í Fíggjarnevndini hevur í longri tíð verið stýrt úr Tinganesi, og støðan í Fíggjarnevndini í løtuni er enn eitt dømi um tað. Tí vil nýggi meirilutin í nevndini hava formansval.

Uppgávan hjá Landsstýrinum er greið. Løgtingið setir politikkin hjá Føroyum í verk, og Landsstýrið skal síðani syrgja fyri at útinna Løgtingsins vilja við at seta politikkin í verk. Er tað veruliga so, at útinnandi valdið roynir at stýra teimum fólkavaldu ein ávísan veg, so hevur Jacob Vestergaard rætt í, at Løgtingið eigur at arbeiða fyri, at landsstýrisflokkarnir koma í minniluta, har teir eru. Tí tað er í stríð við valdsbýtið, um landsstýrisfólk eru so innarliga í tingarbeiðinum. Eitt er, at tey fungera sum bakland, men at Landsstýrið detailstýrir tingnevndunum og enntá gevur harraboð um nær fundir kunnu vera og ikki, kann als ikki góðtakast.

 

Onki røkist fyri fundi

Ruth Vang sigur, at “Eingin fundur verður í Fíggjarnevndini so leingi, støðan um formanssessin er so ógreið. Og tað er leiðslan í samgonguni, sum skal loysa ógreiðu støðuna, sigur forkvinnan.”.

Men veruleikin er, at tað er leiðslan í samgonguni, sum er sjálv orsøkin til ógreiðu støðuna. Tað bleiv hon, tá hon eftir 11 mánaða ólýdni loksins valdi at koyra Kristin Michelsen úr sínum flokki. Og løgmaður fer heilt víst ikki at bjóða Kristini Michelsen uppí aftur flokkin fyri at loysa støðuna. Tí er ógreitt, hvørjum Ruth Vang í veruleikanum bíðar eftir. Øll vita, at hetta ikki fer at henda.

Einasti annar møguleikin er at velja allar tingnevndirnar av nýggjum, og tann møguleikin fer uttan iva at geva andstøðuni uppaftur fleiri formanssessir. Tí í dag telur samgongan bara 15 fólk í mun til tey 20, sum valbólkurin hjá henni taldi, tá núverandi nevndir vórðu valdar. Sostatt hevur samgongan málað seg sjálva inn í eitt horn. Aftur her er tað telvingin í Landsstýrinum, sum hevur ført til skeiklingar í Løgtinginum.

Føroya fólk kann ikki liva við, at løgtingsarbeiðið liggur lamið, tí Landsstýrið ikki kann góðtaka ikki at hava kontroll á eini løgtingsnevnd. Har hevur Landsstýrið onki at gera kortini, so tað einasta rætta fyri løgmann at gera er at góðtaka fólkaræðið og lata Ruth Vang kalla inn til fund. Kann løgmaður ikki tað, eigur hann at útskriva val. Tí ongin kann liva við, at fíggjarnevndin ikki er virkisfør.

Og als ongin kann heldur liva við, at Landsstýri setir seg til harra yvir, hvussu fólkavalda Løgtingið skal arbeiða. Serliga ikki eitt landsstýri, sum meira enn tey flestu er rakt av sjálvskaptum gølum og tí átti at verið fult upptikið við at ruddað upp eftir sær sjálvum. At løgtingsfólkini í samgonguni lata seg kusta runt við av landsstýrisfólkunum, fortelur Føroya fólki, at tey helst ikki hava neyðuga pondus til at vera evsta vald í Føroyum. Og tað er ikki eitt gott signal at senda út stutt fyri val.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…