Lýsing
Lýsing
Lýsing

Serstøk sangløta í Betesda

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.01.2019 - 19:31 Tíðindaskriv

Komandi mikukvøld 30. januar  kl. 19.30 verður ein serstøk sangløta, har Ebenezerkórið, Betesdakórið og 17 Sangarar  fara at syngja.

Kórini koma at syngja nakrar sangir hvør sær. Síðani syngja  kórini  tríggjar sangir saman.  Samlaða kórið verður tá mannað við umleið stórthundrað sangarum.

Fleiri felagssangir eru eisini á skránni.

Jógvan við Keldu fer at hava ein stuttan boðskap undir heitinum “Samkoman í Betesda og trúboðan”. Í hesum sambandi verða nakrar fáar myndir vístar.

Eftir sangløtuna, sum varðar umleið ein tíma, verður samvera við einum drekkamunni. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Gjørt verður eisini vart við, at Kringvarp Føroya ger sjónvarpsupptøku av sangløtuni.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona