Lýsing
Lýsing
Lýsing
Køld luft av leiðunum kring Norðpólin fer at reka til okkara alt vikuskiftið. | Mynd: www.píkasjey.fo

Veðrið í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.01.2019 - 16:05 Tíðindi Veðrið

Norðan restina av degnum í dag og í morgin. Sunnudagin útnyrðingur-norðan.

So tað er køld luft av Norðpólinum, sum rekur til okkara alt vikuskiftið.

Tað er ikki nógv at skriva um ættina í vikuskiftinum. Hon er mestsum tann sama alt vikuskiftið.

Tað sama kann ikki sigast um vindferðina. Hon verður als ikki tann sama hetta vikuskiftið.

Restina av degnum í dag og til fyrrapartin í morgin fer vindferðin at vera 8 til 13 m/s. Í støðum eitt sindur meiri. Ælingar við regni ella vátakava kunnu væntast í støðum alla tíðina. Hitin fyri restina av degnum í dag fer at liggja um 2 til 4 stig.

Fyrrapartin í morgin fer vindur at veksa av norði. Á middegi eru 13 til 18 m/s; um nátturðatíð 18 til 23 m/s. Út á kvøldið minkar aftur eitt sindur. Á midnátt eru 15 til 20 m/s.

Allan dagin í morgin fara vit at merkja ælingar við vátakava ella kava. Hitin í morgin fer at liggja úr frostmarkinum og nøkur stig uppeftir.

Sunnunátt, -morgun og -dag minkar vindurin alla tíðina eitt sindur. Seint seinnapartin er komið niður í 5 til 10 m/s. Ælingar sunnudagin, men ikki so títtir sum leygardagin.

Hitin sunnudagin fer eisini at liggja úr frostmarkinum og 3-4 stig uppeftir.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!