Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sólin sást í 1005 tímar í Havn í 2018. Í árunum 1961-1990 sást sólin skína í miðal 839 tímar hvørt ár. | Mynd: ninainthefaroeislands.blogspot.com

2018 var heitari enn vanligt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.02.2019 - 10:00 Tíðindi Veðrið

Tað er áhugavert at síggja hagtølini fyri veðrið, sum tað var í 2018.

Hesi hagtøl eru fyri veðrið í Havn. Har eru veðurmátingar gjørdar síðan 1875.

Tey vanligu tølini, sum nýtt eru her til samanberingar, eru miðaltølini fyri hita og sóltímar í árunum 1961-1990.

Tað var heitari í 2018, enn tað var 1961-1990, og sólin skein eisini meir.

Byrjandi við við sóltímunum, so vóru fleiri sóltímar næstan allar mánaðirnar í 2018, enn tað hevur verið vanligt. Bert tveir mánaðir skein sólin minni enn vanligt. Í apríl skein sólin 1 tíma minni í 2018 enn vanligt og í juli skein sólin skein sólin 9 tímar færri enn vanligt.

Roknað alt árið um til dagar, so skein sólin íalt næstan 7 dagar meiri í 2018 enn vanligt – sí strikumyndina niðanfyri.

 

Sóltímarnir hava sjálvandi havt sín týdning fyri, hvussu heitt tað var í Havn í 2018.

Bert í september var hitin lægri í 2018 enn vanligt; í mars var hann tann sami sum vanligt. Allar hinar mánaðirnar var hitin hægri í 2018 enn vanligt – sí strikumyndina niðanfyri.

Serliga vóru tað november og desember sum vóru heitari enn vanligt. Í 5 av teimum seinastu 6 árunum hava teir seinastu mánaðirnir í árinum verið heitari enn vanligt.

Í 2018 var miðalhitin 7,32 stig; í 1961-1990 var miðalhitin 6,6 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund