Lýsing
Lýsing

Søluframsýning av privatari samling í Galerie Focus

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.01.2019 - 19:11 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Fríggjadagin 1. februar kl. 16 til 18 letur ein søluframsýning upp við verkum eftir Amariel Norðoy í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Framsýningin er opin til 14. februar: týsdag, mikudag og hósdag kl. 15 til 18. Eisini er opið eftir avtalu.

Á framsýningini eru m.a. keramisk verk, málningar, akvarellir og litografiir, íalt 39 verk frá 19970’um og frameftir. Harafturat er eitt stórt úrval av eldri og nýggjari litografium.Prísuppskot er við hvørt verk, men møguleiki er eisini at bjóða uppá keramisku verkini.

Amariel Norðoy (f. 1945) var á Det Kongelige Danske Kunstakademi frá 1977 til 1983, har hann, millum annað, fekk høvi at ganga á Mur og Rum har Robert Jacobsen var lærari, frá tí tíðini stava keramisku verkini sum  eru  á hesari framsýningini.

Hesi somu árini bleiv Amariel Norðoy boðin at gera litografiir á UM-grafik í Keypmannahavn. Seinni hevur hann eisini gjørt litografiir á øðrum grafiskum verkstøðum. Eitt stórt úrval av ikki innrammaðum litografium eru á hesari framsýningini.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Voluntouristar gera gøtu niðan til kikar…
Enn hava tey ikki fingið lívið av honum!
KÍ spælir toppdyst í Leirvík
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…
I AM konsert i Soli deo Gloria