Lýsing

Miseydnað útbjóðing av Bygdaleiðum

SKRIVAÐ: Eivin H. Jacobsen  |  28.01.2019 - 11:17 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Í miðlinum ein av farnu døgunum stóð at lesa, at Strandferðslan bjóðar uppgávuna at røkja Bygdaleiðir út av nýggjum. Ein av broytingunum verður, at sáttmálaskeiðið skal leingjast frá 5 til 7 ár.

Henda samfelagsliga tænasta/ skylda átti at havt nógv størri umrøðu í politiska rúminum. Er tað nú rætt at bjóða út Bygdaleiðir? Er tænastan hægri? Eru pendlaramøguleikarnir batnaðir so bústaðurin í landinum ikki er so avgerðandi fyri, hvar tú nú arbeiðir, nú 90% av landinum er knýtt saman við tunlum og brúm.

Endamálið við at bjóða út privat eina almenna tænastu er, at henda kann loysast betri og bíligari, men er tað nú tað, sum veruliga hendir?

Stutta svarið er nei. Okkara politiska skipan hevur svikið. At gera eina bindandi avtalu við lægst bjóðandi er at frásiga sær alla ábyrgd av einum so týðandi samfelagsfunksjón. Hetta skal ikki skiljast sum eitt álop á teir, sum bjóða og útinna tænastuna, tvørturímóti teir halda seg til avtaluna.

Persónliga eri eg tilhangari av útbjóðing, men má bara staðfesta, at til tíðir havi eg ein trupulleika at sannføra meg sjálvan um hesa skipan. Í londunum rundan um okkum verða útbjóðingar nógv umrøddar og eftirmetingar gjørdar. Kanningar vísa, at tað hvørki er bíligari ella betri at bjóða út, við nøkrum fáum undantøkum.

 

Útbjóðing eitt stórt afturstig í Vágum

Fyri Vágar hevur útbjóðing verið eitt stórt afturstig og fylgir ikki tíðini og útviklinginum.

Fólk í Bø og Gásadali hava ongan túr. Gásadalsfólk hava ongantíð sæð ein buss hjá Bygdaleiðum í rutu. Í hesum økinum búgva umleið 70 fólk við nógvum ungdómi, skulu hesi til ítrótt ella onnur tiltøk aðrastaðni í oynni verða foreldur noydd at taka sær av hesum.

Í Sørvági skulu fólk ganga ígjøgnum bygdina ávísar túrar um tú skal brúka buss. Skúlaungdómur í Vágum, sum ferð av oynni í skúla hevur fáar valmøguleikar at koma til hús aftur.

Uttan iva er tænastan líka vánalig aðrastaðni.

 

Lægri tænasta á flogrutuni

Hvør minnist ikki á flogvøllinum fyri nógvum árum síðan, tá rópt var í hátalaran ”Bussurin til Tórshavn koyrir nú.” Í dag fylgir samferðslan ikki við broytta útviklinginum og vøkstrinum í ferðafólkatalinum. Hetta gevur okkum vánaligt umdømi.

Flogrutan passar illa til flogferðsluna og eru nakrir minuttir seinking í flogferðsluni, so er bussurin farin, men hóast taxabilar og bussar er tørvurin langt frá nøktaður. Um kvøldið standa fólk við smáum børnum og vita ikki, hvat tey skulu gera, tí eingin flutningsmøguleiki er.

Fyri nøkrum vikum síðan tók landsstýrismaðurin í samferðslumálum og setti túrar inn á Hestleiðuni, fyri at nøkta tørvin hjá teimum, sum búleikast har, longri var tann søgan ikki. At seta ein túr inn á einari rutu, sum er útboðin er opinbart ikki líka lætt.

 

Tórshavnar Kommuna ein góð fyrimynd

Tórshavnar kommuna veitir tænastur, sum útjaðarin hevur ein trupulleika at kappast við.

Tá talan er um flutningsmøguleikar, eru fleiri túrar hvønn dag til allar bygdirnar, sum eru í Tórshavnar Kommunu. Ein vælvirkandi tænasta, sum hoyrir nútíðini til.

 

Visjón 2015 og samferðsla

Í hesum døgum verður nógv tosað um bústaðir og bústaðarmøguleikar, tað standa omanfyri 1000 hús tóm í Føroyum, tað sama sum allar Vágar til saman.

Í Visjón 2015 stendur, at við góðum ferðamøguleikum kunnu Føroyar verða roknaðar sum éin høvuðsstaður. Eitt smidligt infrakervi styðjar upp undir búseting, vinnu og virksemi í einum øki, og at ferðslumynstrið á einari farleið er avgerðandi fyri, hvør flutningsháttur hóskar seg best, tað veri seg stór ella smá akfør.

Liva vit upp til síðu 141, 42, 43, 44 í Visjón 2015?

Vit kunnu eisini spyrja, um ein tørvskanning fyriliggur? Eru kommunur, vinnulív og ikki minst almenningurin/ brúkarin tikin við uppá ráð, nú bjóðast skal út av nýggjum í heili 7 ár?

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunu­felagið: Lovið úr røttum kassa
Seinheilaskaði og hvat so?
Upptakt: KÍ-B36
Video: Løgtingsvalið hósdagin tann 7. ju…
Jákup á Borg væntar undirhald
Tobbi mynstrar á Tjóðveldislista­num
Framhald­andi menning av Klaksvík og Norð…
Vælkomin umborð
VEGIR OG TUNLAR = BLEYT VIRÐIR
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…