Lýsing
Lýsing

Ein grøn framtíð uttan dálking er møgulig, um vit handla nú!

SKRIVAÐ: Spaniastova  |  28.01.2019 - 16:19 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tí bjóðar Spaniastova til almennan fund um eina grøna framtíð uttan dálking og hvussu tey fyrstu fetini kunnu takast. Fundurin verður mikukvøldið tann 6. februar kl. 19 til 21.

Magni Arge, fólkatingsmaður, fer at greiða frá um tey 17 heimsmálini hjá Sameindu Tjóða og hví tað er alneyðugt at taka tey í størsta álvara nú!

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og løgtingslimur, greiðir frá um eitt nýtt grønt gjøgnumbrot í Klaksvíkar kommunu.

Urban Gardening fer at greiða frá, hvussu eitt samstarv við Mikkeller førdi til eina grøna verkætlan á Fróðskaparsetri Føroya, sum fekk hægsta próvmet. Áhugaði kunnu fáa ráðgeving frá limunum í bólkinum um hvussu ein kemur í gongd við sínum egna vakstrarhúsi heima við hús.

Huldukvinnan Urðun fer at framføra yrkingina ‘Seinasta árstíðin’ eftir Marjun Kjelnes. Live tónleikur verður framførdur til høvið.

Kvøldið endar við at Annika Steintórsdóttir og Gunnhild Dahl greiða frá tiltøkum, sum Klaksvíkar kommuna fer at seta í verk í samband við umhvørvisvikuna.

Fundurin byrjar kl. 19:00 og endar kl. 21:00.

Tíðin er komin at seta tey 17 heimsmálini hjá Sameindu Tjóða á skrá, tí sambært GlobaltNyt kostaðu náttúru vanlukkur og ekstrem veðurviðurskifti í fjør tryggingarfeløgum ørandi 1,4 billiardir krónur!

Hyggur man at 2018 var sjón fyri søgn. Stórir og umfatandi eldar vóru eitt nú í Japan, Sibir, Svøríki og Kalifornia. Fólk doyðu í herviligum hitabylgjunum, eisini í Evropa. Herviligur trukur rakti mið- og norður Evropa. Tropiskar syklonir herjaðu og gjørdu stóran skaða.

Í alt verða 2017 og 2018 roknaði sum tey dýrastu árini nakrantíð gjørt upp í peningaligum missi.

Veðrið á jørðini broytist nú skjótari enn nakrantíð fyrr. Hetta er størsta avbjóðingin vit hava í dag, og eru granskarar, politikkarar, felagsskapir, og fleiri onnur farin at stúra fyri framtíðini hjá gongustjørnu okkara.

Orsøkin til veðurlagsbroytingarnar eru í stóran mun menniskja skaptar. Ovurnýtsla og hørð troytan av náttúruni hava ført við sær, at høvini eru blivin heitari, pólísurin smeltar og vatnstøðan hækkar.

Skjótu broytingarnar í veðurlagnum elva til, at bæði djóra- og plantusløg ikki megna at tillaga seg, og tískil eru hóttar.

Aðrar broytingar, sum okkara ovurnýtsla elvir til, er stóra - og vaksandi - nøgdin av plasti í høvunum og í náttúruni. Plast, sum vit annars kenna sum eitt bíligt, lætt og praktiskt produkt, verður í dag framleitt í ovurstórum nøgdum. Í 1950 vóru tvær milliónir tons av plasti framleiddar í heiminum. Síðani er ein ørandi 200-falding farin fram av hesi framleiðslu til 381 milliónir tons í 2015.

Mett verður, at 19,5% av samlaða plast burturkastinum (tað vil siga plast, sum ikki verður brúkt) verður endurnýtt og at 25,5% verður brent. Hini 55%’ini verða tveitt burtur.

Við tíðini verður hetta plast niðurbrotið til mikroplast og seinni upptikið av fiski, fugli og øðrum djórum - og seinni av okkum menniskjum.

Tað er alneyðugt, at vit, sum hava skapt hendan trupulleika, endurhugsa okkara máta at liva uppá. Vit skulu hugsa burðardygt. Vit mugu granska, hvørjar møguleikar vit hava at brúka náttúruna uttan at ovur troyta hava. Samstundis skulu vit minka um spill og alla tíð hava eyguni eftir nýggjum møguleikan. Vit eiga at endurskoða, hvørjir menningarmøguleikar vit hava, og læra okkum at nýta teir, ið vit ikki frammanundan brúka.

Vit noyðast ikki at siga farvæl til plast, men vit noyðast at taka stór fet, so at alsamt meiri plast verður endurnýtt heldur enn at tað endar, har tað ikki eigur.

Hjartaliga vælkomin í Spaniastovu mikukvøldið tann 6. februar. kl. 19:00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit mugu steðga almennu sentraliseringin…
Manningin á Norðingi Ársins fyrstuhjálpa…
KÍ hevur nógv at arbeiða við í løtuni
Starvs­nevndin í FSF óbroytt
Hvør veit nærri um hetta nátthúsið
Ótroyttiligi Zacharias Hammer aftur aktu…
Steypflogbóltur: Mjølnir, menn, í steypa…
Myndarøð: Búnaðarstevnan 2019
Búnaðarstevnan skotin í gongd
Keðilig úttalilsir
Steypa-flogbóltur: Badminton­høllin, Klak…
Tað besta burturúr báðum íløgunum – aftu…
Brekpolitisk virkisætlan hongur enn í le…
Skála venjarin leggur ikki dent á úrslit…
Drotning Margrethu Barna­garður 40 ár
Bakkafrost: Nýggjur fíggjar­stjóri
Til lukku, Høgni, Hanna og samgongan
Klaksvíkar Talvfelag væl umboðað í Norðu…
Lands­stýrið latið Løgtingi­num lógaruppsk…
Toppstýrt tvíbýtt Tjóðveldi?
Lýsing