Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gomul mynd

Fugloy og Svínoy hvørki samband ella kunning

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.01.2019 - 21:34 Leiðarin Tíðindi

Meðan tað gekk sera skjótt at taka Rituna úr sigling, eftir at hon tók í botn í Hvannasundi leygardagin, hevur tað gingið rættiliga striltið at fáa siglingina í gongd aftur. Ikki fyrrenn mikudagin fáa svínoyingar og fugloyingar aftur samband við hinar 16 oyggjarnar. Samstundis er tyrlan í vetrarflúgving, so við henni verður heldur onki samband aftur fyrrenn mikudagin. Og heimasíðan hjá SSL verður ikki dagførd. 

Smáu útoyggjarnar hava ikki somu raðfesting sum onnur øki í landinum, tá tað kemur til ferðasamband. Tað mugu fugloyingar og svínoyingar enn eina ferð staðfesta, nú ferðasambandið verður lagt lamið, tí skrúvan á Rituni hevur fingið skaða.

Strandferðslan sigur á heimasíðuni, at “Meira kunning verður tøk seinni, nær siglingin verður tikin upp aftur”, og hetta stendur framvegis nú, tvey samdøgur eftir óhappið. Í tíðindasendingini í útvarpinum kl.  18 fekk Kringvarpið tó fatur á tøkniliga stjóranum, Jóan Petur Abrahamsen, og tann vegin eydnaðist at fáa uppspurt, at Súlan verður sett inn á farleiðina, og at byrjað verður at sigla mikudagin.

Tyrlan flýgur til Fugloynna mánadag um sumrarnar, men hesin túrurin er ikki í vetrarhálvuni, so í dag og í morgin eru fugloyingar og svínoyingar heilt avskornir frá sambandi við umverðina.

Tað tykist tí sum vantandi virðing fyri útoyggjafólki, at so mong samdøgur ganga, frá tí at eitt óhapp hendir og til handlað verður. Tað er sín søk, at tað tekur sína tíð at klárgera Súluna, men ein eyka tyrlutúr mátti Strandferðslan kunnað boðið. Umframt tað sjálvsagda í at havt leypandi dagførda kunning á heimasíðuni.

 

Skermmynd tikin av ssl.fo mánakvøldið 28. januar kl. 21:22. Har stendur framvegis “í dag” tveir dagar seinni, og onki verður nevnt um loysnina við Súluni.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dáin 35 ár
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…