Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er úr Facebook-bólkinum Svínoyingar.

Avgreiðslubilur kemur ikki vegin fram

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.01.2019 - 22:08 Tíðindi

Á ferjuleguni í Klaksvík hevur ein avgreiðslubilur hjá Strandferðsluni, ið skal út til Svínoyar, staðið í fleiri mánaðir. Bilurin sær nýggjur og snøggur út, men svínoyingar eru farnir at spyrja hvussu Strandferðslan sær fyri sær, at ein bilur á ferjuleguni í Klaksvík gagnar Svínoynni.

Onkur sigur 2 mánaðir, onkur annar sigur 4 mánaðir. Kjakið koyrir í almenna Facebook-bólkinum “Svínoyingar” um, hví ein avgreiðslubilur hjá Strandfaraskipum Landsins ikki kemur leiðina fram út í Svínoynna, har hann skal brúkast. Hvussu er og ikki, so hevur bilurin nú staðið leingi har, og fólk eru farin at ótolnast eftir, at hann verður tikin í brúk.

Eftir kjakinum at døma er bilurin strandaður í Klaksvík, tí ongin er at koyra hann. Tosað verður um vantandi krana-sertifikat, vantandi stórt koyrikort, og onkur nevnir møguleikan fyri at umskráseta hann til traktor, soleiðis at starvsfólk hjá Strandferðsluni kunnu koyra hann. Spurningurin er so um tað er loyvt, tí vigar bilurin meira enn 3.500 kg, so skal framvegis stórt koyrikort til at kunna føra hann.

Mong tykjast halda, at Strandferðslan við hesum hevur keypt “katten i sækken”, tí bilurin ikki er egnaður til sítt endamál. Tað er ikki greitt, um hetta er rætt, men tað at hann hevur staðið stillur í mánaðir kundi bent á, at so er.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy