Lýsing
Lýsing
Aksel V. Johannesen, løgmaður helt røðu á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í Skálanum í apríl 2018 | Mynd: Oliver Joensen

Javnaðarflokkurin sentraliserar uppstillingina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.01.2019 - 07:58 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Komandi løgtingsval verður øðrvísi enn onnur løgtingsval, ið hvussu er um tú ert javnaðarfólk. Har tað áður hava verið lokalfeløgini kring landið, ið hava tikið sær av at stilla valevni upp, er tað nú Starvsnevndin í flokkinum, ið hevur síðsta orðið. Lokalfeløgini fara framvegis at kunna stilla fólk upp, men Starvsnevndin kann koyra tey av listanum aftur.

Í áhugaverdari greining á in.fo greiðir Eirikur Lindenskov frá, at hetta er gjørt fyri at fyribyrgja “flokshopparum”, og hann nevnir Magna Laksáfoss og Kristin Michelsen sum dømi um valevni, ið eru óynskt av javnaðarleiðsluni, men sum møguliga kundu hugsast at komið á listan ígjøgnum okkurt av lokalu valfeløgunum kring landið.

Hetta, at uppstillingin fór at verða avgjørd sentralt, var eitt av tingunum, ið ávarað varð um, tá Føroyar gjørdust eitt valdømi. Fleiri av flokkunum boðaðu kortini frá, at valfeløgini framvegis fóru at hava ein avgerandi leiklut í uppstillingini. Nú 12 ár seinni tekur Javnaðarflokkurin so stigið at lata seinasta orðið, tá tað kemur til uppstilling, vera sentralt.

Her skal tó verða lagt afturat, at Starvsnevnd Javnaðarfloksins hevur umboð úr øllum landinum, umframt úr Sosialistiskum Ungmannafelag. Kortini merkir broytingin, at velur meirilutin í Starvsnevndini at ganga ímóti ynskjunum hjá einum ella tveimum lokalfeløgum, so kunnu tey lokalfeløgini nú yvirrulast.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin