Lýsing

Alt tilfeingisgjaldið er langt síðani brúkt

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  30.01.2019 - 10:58 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Nú eru nøkur ár síðani vit byrjaðu at hoyra ymiskar røddir siga, at um landskassin fekk eina milliard um árið frá reiðaríunum fyri rættin at fiska, so var leyst og liðugt. So fór landskassin at klára seg uttan ríkisveiting, ella fór lívið hjá túsundtals føroyingum at verða nógv betri. Málið skuldi vera at fáa pengarnar úr ”lummunum hjá teimum fáu”, soleiðis at ”tey nógvu” fingu nyttuna av teimum.

Tá tosaði eingin um alivinnuna, tí hon var meira ella minni farin fyri bakka, men ein milliard av ”ónormalum vinningi” frá fiskivinnuni fór at broyta alt.

Tað er einki at ivast í, at hugburðurin viðvíkjandi gjaldi frá vinnuni er nógv broyttur tey seinnu árini, og í dag hoyri eg nógv vinnulívsfólk siga, at tey taka fult undir við, at vinnan rindar eitt gjald til almennu Føroyar. Stór ósemja er tó framvegis um støddina á gjaldinum, og um hvussu hetta skal verða kravt inn.


Gjaldið nærkast milliardini

Um vit hyggja eftir hvussu nógv alivinnan og fiskivinnan hava rinda beinleiðis til landskassan (í felagsskatti, kapitalvinningsskatti, uppboðssølu, avgjaldi á fiskatilfeingi og loyvisgjaldi/tøkugjaldi), so lá samlaða talið fyri øll hesi gjøldini í nógv ár niðanfyri 30 mió. krónur, men síðani 2010 er tað hækkað rættiliga nógv, og í 2017 var tað komið heilt uppá 789 mió. krónur. Vit kunnu siga, at landskassin fær nú næstan milliardina, sum tosað varð um.

Men hvussu sæst hetta aftur í almenna roknskapinum? Er ríkisveitingin blivin óneyðug, ella er lívið hjá túsundtals føroyingum blivið nógv betri?

Lívsgóðska er ikki løtt at máta, men støðan hjá landskassanum er hendan:

750 mió. krónur eru komnar afturat frá fiskivinnuni og alivinnuni. Framvegis fær landskassin 650 mió. krónur í ríkisveiting úr Danmark. Forskattingin av pensjónum (sum sambært Kristinu Háfoss ikki eigur at teljast við sum inntøka, tí hon er ”lán frá okkara eftirkomarum”) gevur framvegis landskassanum einar 300 mió. krónur um árið. Vit hava hákonjunktur við ongum arbeiðsloysi, og vit mugu innflyta fremmanda arbeiðsmegi, tí búskapurin rennur í løtuni skjótari enn vit klára at fylgja við.

Við øllum hesum 750 + 650 + 300 milliónunum á inntøkusíðuni hjá landskassanum siga forsøgnirnar, at avlopið í 2018 (við ongum arbeiðsloysi) fer at liggja um 300 mió. krónur. Tað vil siga, at alt tilfeingisgjaldið er brúkt, øll ríkisveitingin er brúkt, og tað einasta sum loypur av er forskattingin av pensjónunum (lánið frá okkara eftirkomarum).

Hetta er í bestu tíðum nakrantíð. Hvussu man so fara at verða um makrelurin hvørvur aftur úr føroyskum sjóøki og búsaparlga rákið vendir, meðan loysingarflokkarnir aftur fara at tosa um ”sjálvberandi búskap”? Milliardin sum skuldi koma ístaðin fyri ríkisveitingina er langt síðani brúkt.

Helgi Abrahamsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunu­felagið: Lovið úr røttum kassa
Seinheilaskaði og hvat so?
Upptakt: KÍ-B36
Video: Løgtingsvalið hósdagin tann 7. ju…
Jákup á Borg væntar undirhald
Tobbi mynstrar á Tjóðveldislista­num
Framhald­andi menning av Klaksvík og Norð…
Vælkomin umborð
VEGIR OG TUNLAR = BLEYT VIRÐIR
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…