Lýsing
Lýsing

Jógvan við Keldu 75 ár

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  30.01.2019 - 12:03 Mentan

Í dag mikudagin 30. januar, fyllir Jógvan við Keldu 75 ár. Jógvan er klaks­vík­­ingur við stórum K, og hann er framvegis aktivur partur av tónleikalívinum í býnum.

Í samband við stóra dagin hevur fødselárurin skipað fyri serstakari sangløtu í Betesda í kvøld kl. 19:30, har Ebenezerkórið, Betesdakórið og 17 Sangarar  fara at syngja.

Kórini koma at syngja nakrar sangir hvør sær. Síðani syngja  kórini  tríggjar sangir saman.  Samlaða kórið verður tá mannað við umleið stórthundrað sangarum.

Fleiri felagssangir eru eisini á skránni.

Jógvan við Keldu fer at hava ein stuttan boðskap undir heitinum “Samkoman í Betesda og trúboðan”. Í hesum sambandi verða nakrar fáar myndir vístar.

Eftir sangløtuna, sum varðar umleið ein tíma, verður samvera við einum drekkamunni. 

Norðlýsið ynskir Jógvani við Keldu hjartaliga tillukku við degnum.

 


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tónleikur á Bátafestivali­num á Toftum
KRF sett nýggjar venjarar
Voluntouristar gera gøtu niðan til kikar…
Enn hava tey ikki fingið lívið av honum!
KÍ spælir toppdyst í Leirvík
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum