Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aðalráðini spæla bólt við løgmann

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.01.2019 - 20:58 Leiðarin Politikkur

“Hvør hevur ábyrgdina av Glasi?” var enn einaferð stóri spurningurin, hesaferð í Radaranum í útvarpinum, og hóast nógvir tankar vóru uppi og vendu, so var svarið tað sama sum vant, at tað hava fleiri og harvið ongin. Samferðslumálaráðið vil ikki vita av tí, hóast Løgmansskrivstovan sigur bóltin liggja har.

Topparnir í øllum trimum Landsverkfrøðinginum, Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðnum eru avhøvdaðir, men sjálv gølan Glasir blívur við at vaksa. Rokningar blíva við at streyma inn, og leysliga mett hevur Glasir kostað umleið 700 milliónir. Sjálv gølan er, at ein stórur partur av hesum kostnaði er óheimilað, t.v.s. peningur sum Løgtingið ongantíð hevur játtað. 

Eitt aðalráð hevur ábyrgd av miðnámsskúlanum og eitt annað av Landsverki. So mikið eru øll samd um. Men so hendir tað, at Landsverk biður um eykajáttanir frá Mentamálaráðnum, hóast Landsverk sorterar undir Samferðslumálaráðnum. Í Samferðslumálaráðnum sjálvum siga tey seg ongan verðsins kjans hava fyri at yvirskoða verkætlanina, tíansheldur allar hinar verkætlanirnar hjá tí almenna.

Harvið spælir SMR bóltin yvir til Mentamálaráðið, tí tað er teirra verkætlan. Mentamálaráðið hevur havt ein mánaðarligan fund við Landsverk, men heldur ikki har siga tey seg hava tær byggifakligu kompetansurnar til at kunna yvirskoða arbeiðið. Fyri at gera støðuna uppaftur truplari, so ger Landsverk fleiri av sínum avtalum munnligar, so aðalráðini omanfyri onki skrivligt hava at fyri halda seg til ella fáa eksterna ráðgeving um.

MMR spælir so aftur bóltin yvir til SMR. Har minnast vit øll, at fráfarni landsstýrismaðurin í samferðslumálum segði, at “Har finst ikki eitt skjal um Glasir í Samferðslumálaráðnum. Ikki eitt.”. SMR vil ikki hava bóltin, og spælir hann tí yvir aftur. Og nú verður hann sendur víðari til Løgmansskrivstovuna. LMS sker ígjøgnum og sigur, at SMR eigur hann. Men aðalstjórin í Samferðslumálaráðnum, Rúni Joensen, sigur, at av tí at tey onki eftirlit ella samskifti hava havt inntil nú, so kunnu tey heldur ikki átaka sær tað nú. Harvið peikar hann óbeinleiðis yvir á tey, sum hava havt samskiftið og fundirnar við Landsverk, nevniliga Mentamálaráðið.

Frá tí at landsstýriskvinnan klipti snórin við minniligu orðunum EN-DI-LIGA fyri bert hálvum árum síðani er Glasir sostatt uppá stutta tíð vorðið eitt býtisbarn, sum ongin í dag vil eiga.

Tað er tó kanska so nógv sagt, tí sjálvur løgmaður hevur gjørt rættiliga nógvar viðmerkingar til málið. Møguliga í funktión av, at hann er virkandi mentamálaráðharri nú, men tá hansara egni stjóri sigur, at málið sorterar undir Samferðslumálaráðnum, sum hevur sín egna landsstýrismann, so gerst forvirringin bara uppaftur størri.

Støðan er soleiðis tann nú, at Løgmansskrivstovan sigur Samferðslumálaráðið eiga bóltin. Hesum er aðalstjórin í Mentamálaráðnum samdur í. Men aðalstjórin í Samferðslumálaráðnum noktar at varða av bóltinum, og løgmaður, sum eisini er virkandi mentamálaráðharri, tekur sjálvur bóltin við sær í inn í Mentamálaráðið og á Løgmansskrivstovuna, har báðir stjórarnir siga, at bólturin ikki eigur at liggja.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…