Lýsing

Samtykkja sær sjálvum heimild at ganga uttanum lógina

SKRIVAÐ: Jonhard Danielsen, Býráðslimur í Runavíkar kommunu  |  30.01.2019 - 22:36 Politikkur Tíðindaskriv

Runavíkar kommuna ætlar at samtykkja sær sjálvum heimild at geva byggiloyvi í stríð við byggisamtykina.

Tað ger tað ikki minni stuttligt, at borgarstjórin eigur neyst í sama øki.

Nú var eg nokk nakað skjótur at lata væl at viðvíkjandi tí at gera “ravasju” í kommununi.

Nakað er hent, men tað sær tíverri út til, at tað er líka lítið skil í sum áðrenn.

Nú er ætlanin, ja, haldi tykkum fast, at samtykkja at: Neyst, sum standa í øðrum økjum, enn neystaøkjum, kunnu, um býráðið loyvir tí, verða viðgjørd eftir ásetingunum fyri neyst.

Ætlanin er, at býráðið skal geva sær sjálvum heimild at bróta byggisamtyktina, bara meiriluti er í býráðnum. Hetta er sjálvandi burturvið.

Neyst kunnu annars umbyggjast til frítíðarhús og partvísan bústað, sum sjálvandi er moderna fyri tíðina.

Tað næsta verður, at býráðið fær umsókn frá hagastýrinum um at innrætta gomul hoyggjhús til summarhús við tí grundgeving, at Nóa upprunaliga bygdi tað sum neyst.

Økið, talan er um, er fjørðan frá Bakkafrost norður á Langanes. Tað ger tað ikki minni áhugavert, at borgarstjórin eisini eigur eitt neyst í hesum landbúnaðarøki, har fjørðan er friða av seinasta býráði.

Tað rætta at gera, er sjálvandi at broyta økið til neystaøki og síðan kann byggiloyvi gevast.

Men tá skal neystið hjá borgarstjóranum vigast saman við tí, at kona býráðslimin Terja Vestergaard eigur stóran part av hesum landbúnaðarøki.

Jonhard Danielsen 
Býráðslimur í Runavíkar kommunu

P.S. 
Upprunin til, at eg varð settur uttanfyri av hinum býráðslimunum var, at eg vildi ikki góðtaka eitt byggiloyvi til eitt neyst í økinum, tí at tað, eftir mínari meining, var í stríð við byggisamtyktina. Og eg vísti eisini á, at eitt byggiloyvi, sum var givið stutt frammanundan, heldur ikki var lógligt. Tá hvørki umsiting ella nakar annar kundi siga mær, at eg hevði skeivt, kravdi eg at áður givna byggiloyvi varð annulera. Ætlaða broytingin er sjálvandi ein staðfesting av, at eg hevði rætt. Tað einasta eg kravdi var, at vit fylgja byggisamtyktini. Og er ynski um at broyta byggisamtyktina, so samtykkja vit broytingina fyrst og geva byggiloyvir aftaná.
 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B36
Video: Løgtingsvalið hósdagin tann 7. ju…
Jákup á Borg væntar undirhald
Tobbi mynstrar á Tjóðveldislista­num
Framhald­andi menning av Klaksvík og Norð…
Vælkomin umborð
VEGIR OG TUNLAR = BLEYT VIRÐIR
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen