Lýsing
Lýsing

Hví skal línuflotin gjalda fyri vunnin rættindi á Flemickap?

SKRIVAÐ: Edva Jacobsen  |  30.01.2019 - 22:38 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Í morgin er aftur lottarí við okkara høðusvinnu

Tað gevur als onga meining at skipini skulu keypa tað øktu kvotuna fyri 2019.   Latið skipini hava hettar at styrkja seg fíggjarliga við.  Flotin hevur havt nógv soltin ár.

Vunnin rættindi hjá línuflotanum yvir nógv ár.

Tað er ikki meira enn rímuligt at línuskip, sum í nógv Harrans ár vóru á Flemickap og vunnu føroyingum rættindi, fáa  kvotuna har yvuri, eisini tá kvotan hækkar sum nú. Tað gongur altíð upp og niður innan fiskivinnu, eisin hvat kvotum viðvíkur.

Ongin skuldi gjalda fyrr enn fiska var bleiv sagt av Samgonguni

Tað bleiv sagt tá Samgongan tosaði um uppboðssølu, at eingin skuldi gjalda fyrr enn aftaná at fiska var.  Nú sigur sama Samgongan at bankatrygd skal stillast fyri at kunna bjóða.  Bert boð, sum hava bankatrygd fyri rindan, verða góðtikin

Fær Samgongan ongantíð nokk av inntøkum frá høðusvinnuni?

Fiskivinnan veit ongantíð hvat bíðar fyri framman. Tað er sera trupult at planleggja nakað sum helst fram í tíðina.  Nógvir spruningar hópa seg upp, t.d,

Far man meira kvotu?, hvat kostar kvotan?, hvussu verður framyvir?

Skapi  møguleikar heldur enn forðingar

Gevið heldur okkara høðusvinnu enn betri karmar av virka undir og ikki alla tíðina seta forðingar fyri  teirri vinnu, sum í øldir hevur átt lívið í føroyingum og skapt grundarlg fyri, at tað hevur verið møguligt at búleikast á hesum klettum.

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KRF sett nýggjar venjarar
Voluntouristar gera gøtu niðan til kikar…
Enn hava tey ikki fingið lívið av honum!
KÍ spælir toppdyst í Leirvík
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…