Lýsing
Lýsing

Konsert við PULS'i

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  31.01.2019 - 15:52 Mentan Tíðindi

Føroysk-Gambisk konsert í Spaniastovu

Í samband við forkunnuga tónleikavitjan úr Gambia og úr Eysturoynni, verður dupultkonsert í Spaniastovu 8.februar kl 21. Konsertin verður mynda av Kára Sverrisson&Enekk og Dawda Jobarteh. Hetta er soleiðis fyrsta PULS*-konsertin í ár.

 

Dawda Jobarteh

Dawda Jobarteh er føddur inn í eina tað mest viðurkendu tónleikafamiljuna í vestafrikansku mandinkamentanini. Han tekur siðbundnu tónlistalæruna frá uppvøkstri sínum í Gambia og við sínum framúrskarandi Kora spæli í sentrum, skapar hann eina intensiva nútíðarhóskandi hugsjón av einum tónleikaslagi, sum hevur verið til í øldir.

 

Dawda byrjaði at spæla slagverk, meðan hann vaks upp í Gamba í eini familju, sum var full av tónleikarum. Tað var ikki fyrr enn hann kom til Danmarkar sum vaksin, at hann byrjaði at spæla kora.

“Har heima spæla øll kora, og so elski eg jú slagverk. Eg slapp at læna eina kora frá einum lærara og visti rættiliga væl, hvussu tað skuldi ljóða”.

 

Dawda bleiv verandi í Danmark og hevur nú sín egna bólk. Tey hava givið tríggjar útgávur út og tann fyrra “Northern light and Gambian night” varð í 2011 vald av blaðnum Songlines at vera millum 10 bestu útgávurnar tað árið.

Dawda Jobarteh vitjar í Føroyum saman við slagverksspælaranum Salieu Dibba, og saman spæla teir eina samanrenning av siðbundnum gambiskum tónleiki, norðurlendskum fólkatónleiki og jazzi.

 

Kári Sverrisson & Enekk

Kára og Enekk hava veruliga sett egin tónleikalig spor eftir seg í føroyska tónleikahválvinum við sínum tónleiki og tekstum.

Bólkurin Enekk, ið gjørdi vart við seg á fyrsta sinni í 1991, gav fýra fløgur út í árunum 1993-2004. Tað verða sangir av hesum fløgum og eisini nýggjari tilfar, ið Kári Sverrisson hevur latið úr hondum í seinastuni, ið verður at hoyra á trimum konsertum í Føroyum í februar. Í mai mánaði gongur leiðin til Svøríkis og Danmarkar, har bólkurin spælir í Malmø og Ålborg. Teir, ið manna bólkin, eru Kári Sverrisson, sang og gittar, Agnar Lamhauge, bass, og Óli Olsen, klaver og harmoniku.

 

---

Dawda Jobarteh er - sum nevnt - eitt kent navn í Gambia. Og væntandi eisini í Føroyum aftaná 3 PULS-konsertir í vikuskiftinum 8.-10.februar 2019.

 

* PULS er ein Norðurlendsk stuðulsskipan hvørs ætlan er at menna hin tónleikaútboði á Norðurlendska tónleikapallinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit mugu steðga almennu sentraliseringin…
KÍ hevur nógv at arbeiða við í løtuni
Starvs­nevndin í FSF óbroytt
Hvør veit nærri um hetta nátthúsið
Ótroyttiligi Zacharias Hammer aftur aktu…
Steypflogbóltur: Mjølnir, menn, í steypa…
Myndarøð: Búnaðarstevnan 2019
Búnaðarstevnan skotin í gongd
Keðilig úttalilsir
Steypa-flogbóltur: Badminton­høllin, Klak…
Tað besta burturúr báðum íløgunum – aftu…
Brekpolitisk virkisætlan hongur enn í le…
Skála venjarin leggur ikki dent á úrslit…
Drotning Margrethu Barna­garður 40 ár
Bakkafrost: Nýggjur fíggjar­stjóri
Til lukku, Høgni, Hanna og samgongan
Klaksvíkar Talvfelag væl umboðað í Norðu…
Lands­stýrið latið Løgtingi­num lógaruppsk…
Toppstýrt tvíbýtt Tjóðveldi?
Teir vóru úti í nátt
Lýsing