Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fráfaringarløta á Sjónámi í dag fyri Pola Mikkelsen

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  31.01.2019 - 17:30 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Poli Mikkelsen hevur verið lærari á Klaksvíkar Sjómansskúla, sum nú eitur Sjónám í samfull 32 ár. Hann var settur í starv har í 1987 og var stjóri á skúlanum frá 1992 til 2011.

Poli hevur verið sera umhildin sum undirvísari og stjóri, og nógvu talurnar í dag bóru eisini boð um tað sama. Sum vera man, so hava næmingarnir á Sjónámi havt heimstað kring alt landið, og tað boðaði uppmøtingin til fráfaringarløtuna á skúlanum í dag eisini. Úr Vinnuháskúlanum helt Símin Poulsen røðu og takkaði Pola fyri gott samstarv, bæði sum undirvísari og eisini sum samstarvspartnari: "Vit á Vinnuháskúlanum, seta sera stóran prís upp á samstarv", segði Símin millum annað. Rúni Heinesen, Hans Eli Hansen,  Hanus Kjølbro og Bogi Gardar, skúlastjóri á Sjónámi, sum eisini handaði Pola eitt sera vakurt ur, sum Dávur Allan Nielsen hevur sniðgivið og latið framleitt. Eisini fekk Poli Mikkelsen ein málning av Klaksvík, ið Regin Jørgensen úr Sørvági hevur málað.

Vit á Norðlýsinum ynskja Pola Mikkelsen, fyrrv. sjómansskúlalærar góðan byr framyvir og siga takk fyri gott samstarv í farnu tíð.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda