Lýsing

Eitt sindur av takksemi hevði klætt

SKRIVAÐ: Ingolf S. Olsen Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum  |  01.02.2019 - 09:50 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Ongantíð í nýggjari tíð hevur føroyska toskakvotan á Flemish Cap verið so stór sum í ár, 3.911 tons, og hvør stertur er markaður til línuflotan.

Fiskiskapurin undir Føroyum hevur ongantíð verið betri enn tað sama, og línuskipini hava eisini góðar dagar har. Manningarnar tjena heilt væl, og tað gera reiðaríini eisini.

Tað er teimum so sera væl unt, tí leingi hava tey ligið tungt í sjónum.

Men gleði og takksemi er ongastaðni at hóma í almenna rúminum. Heldur er boðskapurin, at samgongan og serliga fiskimálaráðharrin eru ein svorin fíggindi, sum bara vil fiskivinnuni ilt, ikki minst línuflotanum.

”Tað er bedrøviligt, sum línuskipini vera illa viðfarin av landsins myndugleikum”, er formaðurin í Felagnum Línuskip endurgivin fyri at siga í Sosialinum við tilsiping til uppboðssøluna av 1.276 tonsum av toski á Flemish Cap.

Og VP endurgevur ein fyrrverandi Flemish Cap-farara fyri á Facebook at kalla uppboðssøludagin í gjár fyri ein sorgardag, og at vit hava ein “peningagraðan, akademiskan fiskimálaráðharra”, umframt onnur ókvæmisorð.

Eg vænti tó, at tað finnast línumenn, ið eru meira takksamir, enn nevndu dømi bera boð um.

Ikki so at skilja, at eg vænti línumenn standa við hattinum í hondini og bukka og skava í berum undirbrotligum takksemi. Nei, hesin flotin hevur sanniliga uppiborið bæði politiskan vælvilja og viðgongd, og línumenn hava alla orsøk at bera høvdið hátt.

Men tað er ongin sjálvfylgja, at línuskipini eiga alla felagskvotuna á Flemish Cap. Og tað var heldur ongin sjálvfylgja, at uppboðssøluparturin eisini bleiv markaður til línuflotan.

At tað kortini bleiv soleiðis, er ein politisk avgerð, sum fiskimálaráðharrin hevur gingið á odda fyri. Og tað er eisini undir hesari samgonguni, at línuflotin hevur fingið einkarrætt til toskafiskiskapin á Flemish Cap.

Gaman í vóru 450 tons av toski í fjør latin reiðarínum Thor, sum ikki hevur línuskip, at fiska. Men her var talan um 450 tons, sum komu afturat vanligu kvotuni (NAFO-kvotuni), og sum vóru fingin til vega frá ES í umbýti við rossamakrel í Suðurkyrrahavinum – rossamakrelur, sum Thor í síni tíð hevur fiskað Føroyum rættindi til.

Ringt er at skilja, hvat endamálið er við áhaldandi at skjóta samgonguni skitin motiv í skógvarnar í sambandi við uppboðssølu av fiskirættindum. Uppboðssøla av fiskirættindum er ásett í Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, sum var samtykt av Løgtinginum 12. desember 2017 og kom í gildi 1. januar 2018. Tann avgerðin er tikin, og lógin er í gildi.

Uppboðssølan í gjár av 1.276 tonsum av toski á Flemish Cap var sostatt lógarkravd.

§ 15 í lógini sigur nevniliga, at 15 prosent av kvotuni upp til 3.100 tons SKULU seljast á uppboðssølu og alt, sum er omanfyri 3.100 tons. Gildiskoman av hesi ásetingini varð útsett til 1. januar í ár, tí var ongin uppboðssøla av Flemish Cap-rættindum í fjør.

NAFO-kvotan á Flemish Cap er í ár 3.911 tons. Sostatt skulu seljast 15 prosent av 3.100 tonsum, og tað gevur 465 tons, umframt 3.911 minus 3.100 tons, sum gevur 811 tons. Tilsamans 465 + 811 = 1.276 tons.

Eg haldi ikki, at línuskipini kunnu klaga stórvegis um prísin heldur, havandi í huga góða marknaðarprísin á toski. Miðalprísurin fyri rættindini, sum vórðu seld á uppboðssølu í gjár, var 1,04 krónur kilo.

Syrgdi fiskimálaráðharrin ikki fyri, at hesi 1.276 tonsini vóru seld á uppboðssølu, so breyt hann lógina.

Tó sýndi hann línuflotanum ta vælvild at hann við kunngerðini markaði keyparaskarðan til júst henda flotan.

Tann vælvildin var ikki lógarkravd.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunu­felagið: Lovið úr røttum kassa
Seinheilaskaði og hvat so?
Upptakt: KÍ-B36
Video: Løgtingsvalið hósdagin tann 7. ju…
Jákup á Borg væntar undirhald
Tobbi mynstrar á Tjóðveldislista­num
Framhald­andi menning av Klaksvík og Norð…
Vælkomin umborð
VEGIR OG TUNLAR = BLEYT VIRÐIR
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…