Lýsing
Lýsing

Føroyskt met og gull í Malmø

SKRIVAÐ: Treysti  |  01.02.2019 - 13:00 Ítrottur Mentan Tíðindi

Farna vikuskifti hava fýra íðkarar úr Treysti luttikið í innandurakappingini Pallas Spelen í Malmø

Farna vikuskifti hava fýra íðkarar úr Treysti luttikið í innandurakappingini Pallas Spelen í Malmø. Rebekka Fuglø, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø hava, saman við seks øðrum íðkarum, umboðað landsliðið, meðan Julian Gregersen umboðaði sítt danska felag FIF. Tey fingu øll góð úrslit.

Rebekka luttók í 800m og 1.500m. Í 1.500m renningini gjørdi hon ikki mætari enn at seta alla mótstøðuu til viks og vann greiðsn sigur við frálíku tíðini 4.32,77 min. Í 800m gekk eisini væl og har gjørdist hon nummar trý við tíðini 2.13,44 min. í A-finaluni.

Oddvør luttók í 200m, 400m og 800m. Hon rann væl á 200m og 400m teinunum. Í 200m setti hon persónligt met innandura við 27,38 sek. Í 400m gekk eisini væl og kom hon á mál í tíðini 61,40 sek. sum er eitt lítið sekund seinni enn hon hevur runnið fyrr. Í 800m kom á mál við 2.26,53 min., sum er nakað seinni enn hon hevur runnið frammanundan.

Maria, sum í løtuni gongur á Ítróttarháskúla í Vejle, gjørdi tað sera gott í bæði 400m og 800m. Í 400m betraði hon sítt egna føroyska met frá Reykjavík í fjør við meiri enn einum sekundi, so tað nú er 59,31 sekund ! Í 800m rann hon á fyrsta sinni undir 2.20 og kom á mál við 2.17,83 min.

Hesar tríggjar skulu allar umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Gibraltar í summar. Hesi úrslitini í Malmø boða avgjørt frá góðum og spennandi verður at fylgja teimum fram á leið.

Julian royndi at klára 1.500m elitukravið hjá FÍF, sum er 4.13,00, men bleiv akkurat ov stuttur, tá hann kom á mál við tíðini 4.14,73 min. Oyl-kravið er 4.08 min. 

Alt í alt sera góð avrik av hesum ungu íðkarum, sum 16.-17. februar fara at luttaka í DM innandura.

23.-24. februar fara Julian, Oddvør, Maria og Vibeka Sivertsen eisini at luttaka í DM fyri ung.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tónleikur á Bátafestivali­num á Toftum
KRF sett nýggjar venjarar
Voluntouristar gera gøtu niðan til kikar…
Enn hava tey ikki fingið lívið av honum!
KÍ spælir toppdyst í Leirvík
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum