Lýsing
Lýsing
Høgættarluft við miðalstórum bøklum oman fyri fjallatopparnir. Í næstu viku fer lágættin at koma aftur, og tá fer tað ikki at síggja soleiðis út. | Mynd: Sjálvur

Kavin liggur alt vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.02.2019 - 12:40 Tíðindi Veðrið

Høgættin fer ikki at liggja alt vikuskiftið, tí sunnudagin kemur landsynningurin aftur.

Mánadagin fer ættin at mæla eitt sindur – týsdagin sær út til at lágættirnar eru komnar fyri at vera í nakrar dagar.

Men vit byrja sym vant við degnum í dag.

Ættin í dag er og hevur verið 3 – 8 m/s av útnyrðingi ella útnyrðingi-norði. Tað hava verið løtur við kava, og soleiðis fer at vera restina av degnum. Í kvøld kann tó væntast, at tað verður styttri ímillum løturnar við kavaælingum.

Hitin í dag liggur 1-2 stig báðumegin frostmarkið. Í kvøld  1 ell1 2 stig kaldari.

Í nátt fer vindurin at minka eitt sindur – niður um 5 m/s, og ættin verður ella útnyrðingur-vestan. Soleiðis er eisini fyrrapartin og eitt sindur út á seinnapartin. Hetta tíðarskeiðið fara ælingar at koma og fara.

Eitt sindur út á seinnapartin fer ættin uppaftur í útnyrðing-norðan, og vindur veksur eitt vet. Tá fer at kava eitt sindur meiri. Út á kvøldið minkar vindurin aftur – niður í lítið og einki – og tað verður langt ímillum ælini.

Hitin í morgin og annaðkvøld fer at vera sum er skrivað um hitan í dag og í kvøld.

Sunnunátt fer ættin at mala úr ymsum ættum – vindur mestsum eingin. Vit liggja tá mitt einum hátrýstryggi, og høgættin syngur sítt síðsta vers.

Stilla veðrið liggur til middagsleitið sunnudagin. Tá verður landsynningur. Ikki nógvur vindur seinnapartin ella um kvøldið – 5 til 10 m/s á midnátt. Hitin sunnudagin úr frostmarkinum og nøkur stig uppeftir.    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald