Lýsing
Lýsing
Mynd: sciencif

Januar liðugur – hvussu var veðrið?

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.02.2019 - 19:00 Tíðindi Veðrið

Nú er januar mánaður 2019 farin aftur um bak.

Hagtølini fyriliggja fyri sóltímar og hita, avfalsdagar og avfalsmongd umframt miðalhita, mest- og minstmálda hita.

Í januar vóru nógvir dagar við kulda, og kavin kom nakrar ferðir. Nógvur kavi kom fram ímóti mánaðarskiftinum.

Hagtølini hjá DMI ganga aftur til 1875, og tað er altíð áhugavert at lesa tey og gera samanberingar. Gevið gætur, at tølini eru fyri mátistøðina í Havn.

Taka vit tølini í somu raðfylgju, sum nevnd eru omanfyri, so skein sólin í 33 tímar í januar í ár. Miðaltølini fyri 1961-1990 eru 14 tímar. So sólin skein munandi meiri í januar í ár enn miðal fyri árini 1961-1990.

Tølini fyri hita eru fleiri. Hægsta máting var 10,8°C; minsta máting var minus 4,3°C.

Miðalhitin fyri allan januar mánaða í ár var 3,8°C. Árini 1961-1990 var miðalhitin 3,4°C – t.e. eitt vet lægri. So kaldur sum januar var hesaferð, so var hann í miðal kaldari fyrr.

Júst sama miðalhita í januar høvdu vit eisini í 2010 og í 2007 og 4 onnur ár aftur til 1875. Í fjør var miðalhitin í januar lægri: 3,4°C.

Nógv verður í hesum døgum tosað um kalda veðrið í 1979. Tá var miðalhitin fyri januar 0,5°C. Tað er næstlægsta máting av miðalhita fyri januar síðan 1875.

Kaldasti januar mánaður í Føroyum síðan 1875 – t.e. lægstur miðalhiti – var í 1918. Tá var miðalhitin minus 1,2°C! – tað er einasta ferð síðan 1875, at miðalhitin fyri januar hevur verið undir frostmarkinum. Henda sama mánaða var lægsta máting av hita nakrantíð í Føroyum gjørd: minus 13,5°C!

So er tað avfallið. Tølini eru givin upp fyri millimetrar av regni. Í januar regnaði ikki so nógv, men tað hevur kavað ístaðin. Kavi kann vera tungur og vátur og eisini turrur og lættur.

Men tølini fyri avfallið eru 74mm av regni. Hetta er munandi minni enn miðaltølini fyri 1961-1990. Tá var tað 133mm.

Í stuttum var januar í ár sólríkari, eitt sindur kølin, men ikki so kaldur sum hann plagdi fyrr og væl turrari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…