Lýsing
Lýsing
Lýsing

Serligur dystur í steypakappingini í Klaksvík sunnudagin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.02.2019 - 20:50 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Sunnudagin 3. februar verður heldur sjálvsamur dystur í KÍ- høllini í Klaksvík. Stjørnan í bestu deild hevur heimadyst ímóti Stjørnan 2, sum er 1. deild kvinnur hjá Stjørnuni. Stjørnan 2 tók øll á bóli øll við at koma víðari í steypaumfarinum og eftir bólkabýtið endaðu Stjørnan 1 (sms-deildin) og Stjørnan 2 (1. deild kvinnur) í sama bólki og skulu tískil spæla móti hvørjum øðrum sunnudagin í Klaksvík.
 
Venjingin hesa vikuna hevur verið sera spennandi og kvinnurnar hava verið sera upplagdar, við tað, at allar vita, at dysturin hjá Stjørnuni í vikuskiftinum er móti Stjørnuni. Kvinnurnar koma at dystast móti leikarum, tær vanliga venja og hugna sær saman við í høllini, so fyri bæði liðini verður hetta ikki ein lættur dystur.

Bæði liðini siga seg vera kláran til dystin og sera spennandi verður hvussu leikur fer fram. Fleiri av leikarunum í 1. deild liggja á vippuni til at koma upp í bestu deild og tískil eru tær eisini sera spentar at bjóða besta liðinum av. Hinvegin eru leikarnir í bestu deild eisini sera spentar at møta 1. deild sum tær eisini kenna sera væl.
 
Vónandi vera vit nógv í høllini sunnudagin og stuðla okkara egnu ungu kvinnum:)

Dysturin byrjar kl. 15.00
 
Koyr á Stjørnan!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!