Lýsing
Lýsing
Lýsing

Forvitnislig listaframsýning í Gamla Seglhúsi

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.02.2019 - 19:37 Mentan Myndarøð Tíðindi

Listafólkið, ið sýnir fram á Gamla Seglhúsi  dagarnar fram, er Hansina Iversen. Sum altíð á Gamla Seglhúsið, so var gjørt burturúr ferniseringini, og hóast sera illa framkomandi fyri tíðina av nógvum kaga og hálku, so høvdu fleiri leitað sær til móttøkuna.

Símun Gullaksen bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni. Fyrst sang Steintór Rasmussen, síðani helt Hilmar Høgenni eina sera áhugaverda røðu. Hilmar er innarlaga í listini og hevur fylgt væl við Hansinu. Eftir røðuna sang Steintór og síðani var boðið til smávegis ábit og sjálvandi var eisini bjóðað til at fara runt at hyggja eftir málningunum.

Vit hildu at lesarar okkara skuldu fáa høvi at lesa áhugaverdu røðu Hilmars og hann játtaði. Røðan er her niðanfyri:

 

Takk fyri innbjóðingina.

Í brellbitanum til framsýningina stendur, at Hansina er fyrsta kvinnan sum sýnir farm í Gamla seglhúsinum.

Tað er uppá tíðina, tí tað er nakað síðani at tit byrjaðu við listaframsýningum í hesum sera væl egnaðu hølinum.

Tá eg var yngri, hevði eg helst sagt, at Hansina er væl yngri enn eg, men í dag vil eg siga at vit eru næstan javngomul, fødd í sama ára- tíggju í farnu øld. Hansina er fødd í 1966 og voksin upp í Havn, í grannalagnum uppi undir Varða.

Hansina er útbúgvin á Myndlista- og Handíðnaskóla Islands og á Listaháskúlanum í Helsinki.

Hansinu fer aðrar leiðir enn nógvu undanfarnu føroysku listafólkunum sum brúka náttúruna sum myndaevni.

Í lítla bólkinginum: “Søgan um føroysku listina søgd úr einum skipi”.  sum varð givin út, um listaprýðingina umborð á Smyrli, sigur Inger Smærum Sørensen soleiðis:

“Hansina er farin burtur frá náttúruni sum myndaevni. Myndirnar hjá henni eru nonfigurativar og reinar og at síggja til reinsaðar fyri myndevni. Men tað slætta, tað lætta og tað flótandi í verkum hennara er annað og meira enn grunnur estetikkur, tað er ein granskan av tí treytaleysa og tískil eisini av náttúruni. Tað treytaleysa er tað reina skapið, tann endaleysa strikan ella tann mest mettaði liturin, tað er tað treytaleyst stóra og tað treytaleyst smáa, tað treytaleysa er í náttúruni uttanfyri rammurnar á listaverkinum. Hansina fer út um rammurnar á listaverkinum og hevur í arbeiði sínum við tað treytaleysa skapað eina nýggja tilgongd til ta føroysku landslagssiðvenjuna.”

Verkini hjá Hansinu eru dragandi vøkur. Ikki vøkur sum í bráðvøkur, men sum í tølandi og argandi. Tey eru sterk og kensluborðin, bæði um somu tíð.

Avbóðingin í hennara verkum er ikki eitt sjónlig stríð ella samfelagsliga revsandi ella kollveltandi, sum skal fáa okkum at hugsa um okkum sjálvi av nýggjum.

Men tað at sansa og fata skap og form frá tí djúpt mettaða litinum í einum formi ella skapi, til farran av rørslu í einum stroki við einum farra av liti, ella dýbdina í strokunum oman á strokum, sum hómast undir.

Í hennara myndum eru formar og litir sum flóta inni í hvørt annað ella eru týðiliga atskild síð um síð.

Er ein dýpd? Ella liggur alt síð um síð?

Tú kanst royna at flyta fokus og flyta formarnar ella strokini aftur ella fram ella inn og út í myndini. Ella lata skapið ella formin verða tómrúm ella fyllu.

Tá tekur tað nonfigurativa eitt ítøkiligt skap. Er tað okkurt sum spríkir ella sprettir ella verður tað soðið inn?

Tað er sum ein farri av - ella at bera kenslu við - ein sensuellan form, ein form, sum er meiri kvinnuligur enn mansligur. Ikki so at skilja at tað er feminint, heldur enn maskulint.

Í samrøðubókini “Undurfulli ræðuleikin” spyr Inger Smærup Sørensen Hansinu, um hennara list er ávirkað av hennara kyni?

Tá svara Hansina: “Ja tað rokni eg við, at hon er. Men um hon er tað av okkara siðbundna eyga, ivist eg í. Tað at hon er mjúk og reyð, er ein estetiskkur vit sjálvi hava avgjørt er kvinnuligur, tað at gentur skulu í ljósareytt og dreingir í blátt er nakað vit hava funnið uppá. Tað er so einfalt sett upp. Heimurin hjá bæði monnum og kvinnum er størri og meira kompleksur enn so”

Hansina er sum listafólk størri og kompleksari enn spurningurin um kyn. Tá eg havi sæð verk ella framsýningar hjá Hansinu fyri fyrstu ferð, hevur mín fyrsta tanki ofta verið tað sum á nýføroyskum kallast WAUW ella WHAT? Kanska bæði í senn. Áskoðarin verður bæði fangaður við fyrsta eygnakasti og spyr “hvat er hetta fyri nakað”

Soleiðis svara Hansina, tá Inger spyr: “Um tað ikki finst list uttan sannleika, er so heldur eingin list uttan vakurleika?”

 “Um tað bara er bráðvakurt, missir man heilt skjótt áhugan fyri tí. Har skal vera okkurt, so man ongantíð skilir alt, man skal noyðast at leita eftir onkrum. Tað er tað, sum kann halda lív í einum listaverki. Um tað bert er ein uttaná vakurleiki er tað meira prýði”

Eg hugsi um glasframsíðuna á løgtingshúsinum har Hansina við silkiprenti á glas fær bygningin at sveima. Tyngdarkraftin verður líka sum sett út úr spælinum. Lætti bygningurin endurspeglar alt umhvørvið líka so væl sum veður og ljós.

Eg hugsi um framsýningina “Dissonant Thought” á Norðuratlantsbryggjuni, Sum danski listaummælarin Inge Schjødr í Kunstavisen nevndi ”Vitale nordiske abstraktioner”. Har er kenslan tann sama, sum at lata opnuna upp í bókini “Undurfullur ræðuleiki” har 32 av verkunum sum Hansina hevur myndprýtt hotel Føroyar við, verða endurgivin.

Eg hugsi um heystframsýningina í 2009 har eitt av tínum verkum “Uttan heiti” eisini prýddi framsíðuna á skránni. Eitt verk sum eg framvegis haldi er líka fasinerandi sum fyrstu ferð eg sá tað.

Sum oftast gevur Hansina ikki verkum sínum nakað heiti, men tað kemur fyri. Og tittulin “portrait of loved ones” gav mær beinan vegin aðrar hugamyndir enn bara flatar og formar.

Hugsi eg um framsýningina Lonely Hearts, sum Hansina hevði saman við Jóhan Martin Christiansen, hugsi eg samstundis um at verða bjóðaður av.

Eitt av stuttu brøvunum til  Jóhan Martin sum fylgja við bóklinginum sum dokumenterar framsýningina endar Hansina soleiðis: “Non-figurativt” er nýggjari hugtak, sum er sett á málningarnar, men eg eri eitt sindur ivasom, um tað hugtakið er tað rætta at seta í samband við mínar málningar tí teir eru fullir av formum, sum kunna vera figurar heldur enn ikki figurar; men tað velst um, hvør allýsingin av “figuri” er”

Góða Hansina til lukku við framsýningini og Símun til lukku, Gamla Seglhúsið klæðir væl Hansinu

 

Takk fyri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar