Lýsing

Fuglafjarðar hornorkestur fimmti ár - 27. januar 2019.

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  04.02.2019 - 07:32 Lesarabrøv Mentan

Sunnudagin 27. Januar kl. 16:00 hevði Fuglafjarðar hornorkestur eina frálíka konsert í Mentanarhúsinum. Hetta var fimmti ára lúraljóð, sum negldi seg fast   undir bitar og í vegg í hesum valahúsi. Orkestrið  hevur  mangan havt góðar tónleikaløtur, konsertir her  í bygdini - í kirkjuni , í Mentanarhúsinum og uttandura í bygdini t. d. á jólum, tá ið spælt verður her, úti á Kambsdali og á Hellunum. Á Varmakeld-ustevnu setir orkestrið sín dám á stevnuna við føgrum tónleiki, tá ið tala verður hildin við Mentanarhúsið á hesari stevnu. Vakurt er tað at orkestrið altíð hevur spælt til flagdagshaldið í bygdini og ikki at gloyma ljómin av kirkjuloftinum jólaaftan, har orkestrið hevur spælt  ein hálvan tíma áðrenn gudstænastuna síðani 1969, tá ið Arnold leiddi orkestrið. Hetta eru Guda givnar løtur.

Ja, tað er mangt og mikið, sum farast kann um, tá ið tað snýr seg um hornorkestur. Hetta er ein vøkur glóð, sum vit hava her í bygdini  og  aðrastaðni  við her á landi. Hetta er ein fólksligur dráttur á tónleikaøkinum, sum rørir við okkara hjartastreingir og nørir um manga mentanarløtu í okkara gylta samfelag. Hetta er teimum, sum taka sær av orkestrinum og spæla við í hesum hópi, til mikla tign og miklan sóma.  “Æran” er fagrasta træ í skógini, og tað hevur tað verið  síðani hesin musiski  tónleikabólkur  varð settur í bás.

 

Fyrsti hornljómurin

Tann fyrsti ljómur, sum var her í bygdini av hesum slag, var 1950. Tá ið Havnar hornorkestur fekk nýggj horn, keyptu fuglfirðingar tey gomlu hornini frá hesum felag. Hetta vóru gomul horn, sum ikki vóru í besta standi, men hóast tað, so varð farið undir blásturin . Teir, sum løgdu lunnar undir hetta tilktak vóru t. d. Esman Jacobsen, spældi piccolo, Finnur Olsen baryton, Aksel Jacobsen cornet, Jacob(Jov) Samuelsen althorn, Eilif Samuelsen cornet, Eli Olsen stóru trummu, Óli Olsen lítlu trummu, Hans J. Hansen bass og Símun Pauli Reines, althorn. Tað vóru kanska fleiri. Esman stjórnaði orkestrinum, samtíðis sum hann spældi upp á piccolo. Orkestrinum var ikki langt lív lagað, kanska tí at hornini vóru so vánalig og ikki fekst støðug manning  til orkestrið. Eilif Samuelsen kom aftur til bygdina 1958 eftir lokna læraraútbúgving og royndi at fáa lív aftur í orkestrið, men tað eydnaðist ikki, kanska tí at hornini vóru vorðin so úrsýnd, at lív fekst ikki  aftur í hesar ljómandi lúðrasálir.

Finnur Olsen tók mangan til orðanna yvir fyri Arnoild Abrahamsen um at fara undir aftur at fáa orkestrið upp á føtur aftur. Um so skuldi verða, so var neyðugt við nýggjum ljóðførum. Skótarnir høvdu fingið tey gomlu hornini og fóru undir at brúka tey, og onkuntíð hoyrdist hesin ljómur, tá ið skótarnir gingu í skrúðgongu  Vestur í Innandals. Hetta var sjáldsamt.

 

Nýtt orkestur

Um so var, at farast skuldi undir nýtt orkestur, so skuldi ein upphædd upp á 20.000 – 30.000 kr til fyri at fáa nýggj ljóðføri. Hetta var nógvur peningur, tí árslønin hjá einum lærara var um hetta mundið smáar 20.000 kr.

27. januar 1969 komu nakrir mans saman í skúlanum, og endamálið henda dag varð at stovna eitt hornorkestur í bygdini.  Ein nevnd varð vald. Í hana komu Arnold Abrahamsen, formaður. Jørgin Andersen, næstformaður, Frits Johannesen , skrivari. Finnur  Olsen, kassameistari og Poul Jacob Hansen, nevndarlimur.

Farið varð beinanvegin at fáa gongd á. Umsókn varð send til kommuna um at fáa stuðul  kr 30.000 kr – 3000 kr  um árið í 10 ár. Hetta  varð játtað felagnum. Felagið kundi nú taka eitt lán upp á 30.000 kr.  við einum árligum avdrátti upp á 3000 kr um árið. Rentuna mátti felagið sjálvt rinda. Hesin peningur  varð fingin til vega  t. d. við eydnuhjóli og  limagjaldi.

Hornini vóru bíløgd. Tað var Ludvík Breckman, ið hevði gott samband við Bossey and Hawkes, ið gjørdi dygdargóð ljóðføri, sum skaffaði okkum hornini fyri innkeypsprís. Hetta var væl gjørt.

 

Venjingarhølið

Venjingarnar í fyrstuni fóru fram í eini skúlastovu í  skúlanum. Hetta var eitt sindur stravið, tí borð og stólar skuldu flytast og setast  upp á pláss aftur. Skuldi orkestrið hava framgongd, so máttu vit finna onnur høli. Júst um hetta mundið  bygdi Føroya banki ein nýggjan bygning á Muntra. Arnold setti seg í samband við Føroya banka um at fáa eitt høli til venjingina  í hesum nýggja bankabygningi. Hetta varð okkum játtað,  og bankin fór beinanvegin at innrætta eitt høli til hetta endamál. Leigan var tann sama, sum hinir leigararnir rindaðu.

Skuldi orkestrið hava framgongd, so máttu vit hava ein professionellan venjara, men skuldi hesin tørvur nøktast, so mátti annar løgur til. Aftur skrivaði Arnold til bankans leiðslu um støðuna og eisini um t. d. tann mentanarliga týdning, ið orkestrið hevði fyri bygdina . Boð komu beinanvegin frá leiðsluni, har teir settu leiguna niður í helvt. Øll tey 45 árini orkestrið búleikaði her,  var leigan bert symbolsk .

 

Venjarar

Fyrsti  venjarin, ið kom til Fuglafjarðar ,  var Kgl. Kapel musicus Svend Rasmussen, sum búði á Lavtoftevej nr. 16 í Søborg í Keypmannahavn. Hann kom fleiri ár á rað at hjálpa okkum og var her uml. ein mánað hvørja ferð. Kongaliga Teatrið rindaði honum lønina, men vit skuldu sjálvandi gjalda ferðapeningin. Hann búði hvørja ferð hjá Mathildu og Arnbold fyri einki. Stuðul fingu vit  eisni frá t. d.  Dansk Færøsk kulturfond. Dirigentarnir vórðu løntir eftir kvøldskúlaskipanini, men í 1983 kom lóg um musikskúlar, og síðani tá hevur venjarin verið løntur eftir hesari skipan.

Arnold Abrahamsen leiddi orkestrið í byrjanini. Hann hevði eisini eitt ungdómsorkestur í skúlanum. Aðrir , ið komu at venja orkestrið, vóru John Carr, Klaus Bjerre, Robert Oughton , Albert Meek, Kenneth McCloud,  Craeme Rudd og Kjel Orseth. Yngsti venjarin, ið orkestrið hevur havt, er Rúni Hentze, sum sanniliga er ein góður orkesturleiðari og  ein dugnaligur cornet/trompet spælari .   Nú hevur bróðirin tikið um endan, Johan Hentze. Hann er eisini ungur og hevur eina góða útbúgving . Hann er sanniliga eisini ein dugnaligur orkesturleiðari og somuleiðis góður trompet/corne spælari. Teir eru synir til Ann Mari og  Leiv Hentze á Kambsdali. Johan leiddi orkestrið henda fagnaðardag. Hann hevur eina holla útbúgving á Royal Scottish Academy of Music and Drama (í dag eitur tað Royal Scottish Conservatoire).Tann fyrsta útbúgvingin hann fekk var: "Bachelor of Music (Performance) with Honours". Tann seinna var ein "Master of Music" útbúgving. Orkestrið hevur verið uttanlands 3 ferðir - í Skottlandi 1988 á konsertferð saman við Klaksvíkar hornorkestri, í Englandi 1993, í Íslandi 1998 og unglingaorkestrið var í Danmark 1987.

 

Endi

Hetta var ein ljómføgur konsert, har formaður felagsin, Jógvan Finnur Poulsen, lærari og skyldmaður kom við einari frálíkari frásøgn um orkestrið millum løgini, sum spæld vórðu. Eitt sjáldsamt lag varð spælt, sum Óli Johannesen, harmonikuspælari hevði skrivað: Tango at Sunrise, sum Grame Rudd hevði útsett . Ja, tað var rørandi at hoyra, har tú í tínum sinni og skinni flutti teg aftur í tíðina. Ja, mangir av hesum Guds vinum, sum farnir eru,  komu fram í ljósmála t. d.  Hans J. á Brúnni, yngri, Finnur Olsen, Aksel Jacobsen, Jógvan Ólason, Hjørleif Hansen,Theodor Jacobsen, Jónsvein Poulsen og  Kenneth McCloud.  Ì nevndini sita Jógvan Finnur Poulsen, formaður, Kristbjørg Petersen , næstformaður, Ann Mari Hentze, kassameistari, Guðrið Samuelsen, hølisumsitari og Lív McLeod, nótavørður. Tað er eitt dygdarverk, ið hesi fólk útinna.

Hjartaliga til lukku við teimum fimmti árunum , blíðan byr í komandi tíðum og tøkk fyri manga fagnaðarløtu í tí farna.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ráðstevna um epilepsi á Hotel Hafnia
Hesum møtir KÍ í hálvfinaluni um løgmans…
Almenn móttøka í Býráðs­húsinum
Flaggdagshald í Klaksvík 25. apríl
Tríggir KÍ leikarar á U19-gentulandsliðn…
Páska­mysing
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Pison landar á Kósini
Landstýris­kvinnan mælir løgtingi­num frá…
Bingju við Borðoyarvík
Aksel: Mín styrki er at samla slíkar ból…
Nøkur minningarorð um: Johan Martin Res…
Apríl, apríl...
Tøkk - Niels í Horni
KÍ satsaði alt og vann í Gundadali
Mentan­arvikan í Runavík sett
Countrykongu­rin spælir til dans á Bátafe…
Fótbólts­veðrið í dag
Mentan­arvikan í Vági: Asnaspark til list…
Tjóðskapur teirra ferðandi í Vága Flogha…