Lýsing
Lýsing
Soleiðis verður næstu dagarnar, bert fjallatopparnir hvítir. | Mynd: Visit Faroe Islands

Gott veður í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.02.2019 - 11:23 Tíðindi Veðrið

Eitt djúpt lágtrýst liggur í miðjum Norðuratlantshavi, og tað er nógvur vindur rundan um tað.

Men tað røkkur ikki allan vegin til Føroya við tí ringasta. Vit fara at merkja nakað av vindi í annaðkvøld og heilt fitt av regni.

Men vit byrja við degnum í dag. Nú er hitalagið farið nøkur stig upp um frostmarkið. Rúgvan av kava er tódnað heilt nógv í støðum.

Vindferðin fyrrapartin í dag er 3 til 8 m/s av eysturhallum norði. Ættin fer at liggja um norðan restina av degnum í dag, men vindurin fer at minka niður í lítið og einki.

Í kvøld verður ber ein ond, og eftir midnátt fer fleyrið at koma úr eystri. Í morgin ári er ættin komin niður í landsynning.

Fyrrapartin fer vindurin at veksa ógvuliga spakuliga. Á middegi er vindferðin 5 til 10 m/s; á nátturðatíð 10 til 15 m/s.

Vindurin fer ikki at veksa nógv meiri enn hetta – kanska eitt sindur meiri í støðum.

Seint í annaðkvøld fer at regna. Brúgvalagið kemur úr útsynningi, so tað er fyrst í Suðuroy og í Vágum, at tað fer at regna. So við og við regna kring alt landið.

Hitin mikudagin eitt ella tvey stig heitari enn í dag – eini 3-4 stig.

Um 3-4 tíðina mikumorgun er regnið farið eystur um Føroyar, og ættin støkkur vestur um til útsynning. Lítil vindur eftir hetta, líka til middags – yvirhøvur turt (okkurt ælið í støðum).

Mikudagin eru aftur eitt ella tvey komin afturat, so hitan fer at liggja um 5-7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin