Lýsing
Lýsing

Funktiónsforvirring í Javnaðarflokkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.02.2019 - 15:51 Leiðarin Politikkur

Tann 22. januar heitti Rigmor Dam á løgmann um at verða loyst úr starvi. Sambært Stýrisskipanarlógini skal løgmaður eftirlíka einum tílíkum ynski. Kortini poppar hon upp á myndum frá arbeiðsdegi í Tinganesi 30. januar, og tann sama dagin, eisini 30. januar, bjóðar Djóni Nolsøe Joensen formanninum í Miðflokkinum at koma við sær í barnagarð. Her undirskrivar hann seg “tingmaður fyri Javnaðarflokkin”.

Norðlýsið skrivaði 15. januar greinina “Dupultmoralskt dupultmandat” um  tað skeiva í, at Henrik Old var bæði løgtingsmaður og fólkatingsmaður samstundis, tá hann fór á fólkating sum varamaður fyri Sjúrð Skaale. Hetta var í stríð við útmeldingina áðrenn fólkatingsvalið. Sjúrður Skaale svaraði aftur, at av tí at ongin tingfundur var í januar, so var ikki gjørligt fyri Henrik Old at fara í farloyvi úr Løgtinginum.

Tá Rigmor Dam varð loyst úr starvi 22. januar, so gjørdist hon sambært reglunum tingkvinna aftur, og harvið má Djóni Nolsøe Joensen víkja sessin. Hesum slepst undan við, um Rigmor Dam fer í farloyvi sum tingkvinna. Sambært §34 í Stýrisskipanarlógini er farloyvið sum landsstýriskvinna galdandi “meðan hann [landsstýrismaðurin, red.] situr í landsstýrinum”, og hon fær tingsessin aftur, tá hon ikki longur er í landsstýrinum. Sostatt er hetta eitt nýtt farloyvi, sum Rigmor Dam nú er farin í.

At tingfólk kunnu fáa farloyvi millum fundir førdi fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale annars fram í viðmerking til Norðlýsið ikki bar til.

Støðan í Javnaðarflokkinum er heilt margháttlig. Henrik Old kann gott sita á einum dupultmandati uttan at taka varafólk inn fyri seg, tí hann fær ikki farloyvi millum funda, meðan Rigmor Dam er tingkvinna og hevur kortini varafólk inni fyri seg, tí hon fær farloyvi millum funda. Og Landskassin má gjalda 2 lønir fyri sama sessin á Løgtingi. Rigmor Dam skal hava landsstýrismannaløn, og eitt varafólk skal hava tingmannaløn, hóast landsstýrisfólkið er vorðið tingfólk aftur. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…