Lýsing
Lýsing
Lýsing
Torbjørn Jacobsen avmyndaður á bygdastevnuni í Elduvík í fjør summar | Mynd: Oliver Joensen

Tobbi: - Hevur tjóðveldisflokkurin slept meginmálinum um at skipa føroyska statin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.02.2019 - 16:44 Politikkur Tíðindi

Fyrrverandi næstformaðurin, løgtingslimurin, landsstýrismaðurin og fólkatingslimurin fyri Tjóðveldi er hvassorðaður, nú Sonja Jógvansdóttir eftir øllum at døma verður tingkvinna fyri Tjóðveldi

Torbjørn Jacobsen hevur skrivað eina viðmerking á sínum facebookvanga, ið ikki er til at fara skeiv av. Torbjørn Jacobsen heldur at flokkurin er á skeivari kós. 

Torbjørn skrivar:

Tað er nú komið at teimum mørkum, at Tjóðveldisflokkurin má boða sínum limum og veljarum frá, um flokkurin hevur slept meginmálinum, sum er at skipa føroyska statin.

Ein fornermaður sambandskur socialdemokratur lynnir ikki undir frælsismálið. Meginmálið, ið einaferð var.

Hinvegin, er Tjóðveldisflokkurin nú, í mun til legendarisku stevnuna, har rúm var fyri øllum frælsishugsandi fólki, nøgdur við at vera eitt ússaligt klípi í einum reyðum "blokki" í danska heimastýrinum í Føroyum, eitt slag av einum føroyskum "Eindarlista", eiðsvorðin sum jolla hjá Javnaðarflokkinum, so er manøvran við Sonju sjálvsøgd.

Eitt og hvørt val hevur við sær frával. Eftir tað má onkur annar taka á seg politiska virksemi, ið hevur sum endamál at fáa Republikkina Føroyar upp at standa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…