Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nevndin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Hallur Ellingsgaard, formaður, er ytst til høgru.

Hallur: - Sonja er limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.02.2019 - 17:21 Politikkur Tíðindi

Øll kunnu meldað seg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Sonja gjørdist limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag fyri fýra døgum síðan. Um hon ynskir at stillað upp, so verður støða tikin til tað á uppstillingarfundinum, sigur Hallur Ellingsgaard formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag

Hallur Ellingsgaard sigur at nevndin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag varð samd um, at loyva Sonju Jógvansdóttir, at lima seg inn í flokkin. 

- Sonja Jógvansdóttir gjørdist limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag fyri fýra døgum síðani, sigur Hallur Ellingsgaard. 

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur eina áseting um at ein skal hava verið limur í felagnum í tríggjar mánaðir áðrenn ein kann stilla upp fyri flokkin. Vit spyrja formannin um hetta.

- Tað er rætt, men vit hava ikki fylgt hasari ásetingini seinastu 2-3 valini, tí tað hevur verið so torført at fáa fólk á listan, sigur Hallur Ellingsgaard. 

Norðlýsið frættir frá keldum, at Sonja Jógvansdóttir gerst limur í tingbólkinum hjá Tjóðveldi í morgin. Sostatt verður tingbólkurin hjá Tjóðveldi víðkaður við einum tinglimi, ið varð vald fyri ein annan flokk á seinasta løgtingsvali. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund