Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hjúnini Vitalia og Archibald Black | Mynd: Oliver Joensen

Glæsiligt mentanartiltak í Spinnarínum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.02.2019 - 18:26 Leiðarin Mentan

Sjálvur bygningurin angar av søgu. Vit tríggir vinmenninir Símun og Niclas trinu innar í nýumvælda Spinnaríið í Klaksvík og sansaðu eina samanrenning av Klaksvíkar søgu og modernaðum innrættingararkitekturi. Hølini fortaldu eina frásøgn um siðbundið handverk og vóru hetta kvøldið karmar fyri einum fagnaði av nýmótans list

Sama atmosfera var gjøgnumgangandi allan vegin. Hamradun beyð uppá eina samanrenning av kvæðum, fólkatónleiki og nútímans blues. Og tað eydnaðist Mikkjali Hvannastein og bólki framúr væl at tulka psykedeliska rockbólkin Pink Floyd. Rock’n’Roll og Klaksvík rigga bara! Alt orkestrerað av Ragnhild Ellingsgaard, sum stýrdi kvøldinum við hepnari hond.

Stemningurin var soleiðis settur, tá farið var undir høvuðshendingina leygarkvøldið, nevniliga handanina av Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Krásað var fyri flestu menniskjaligu sansaupplivingunum, og tað gjørdi løtuna sera góða.

Signhild Johannesen, mentanarnevndarforkvinna hevði eina góða røðu um, hvussu tað at fáast við list ikki longur varð mett sum nøkur tíðarspilla, og at gongdin um at royna sítt egna flog og ikki elta í fótasporunum hjá foreldrunum var ein positiv gongd, ið vit nústani ásanna, at vit hava tørv á. Í dag síggja ikki bara einstaklingar virðið í list, men bæði kommunur, samfelagið og vinnulívið eisini, og eru hesi øll nú við at stuðla listini.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hevði heiðurin av at handa Listarvirðislønina til Archibald Black, og hann røddi um stóru verkætlanina hjá listarmanninum at endurreisa bústaðin hjá Nólsoyar-Pálli sjálvum á Biskupsstøð. Komið varð eisini inn á margtalentið hjá móttakaranum, har nevnt varð, at listarmaðurin hevði eina fortíð í Straight Ahead, sum var føroyska svarið uppá Pink Floyd – progressivur rockur úr sjeytiárunum.

Eisini varð sýndur ein stuttfilmur, ið lýsti Archibald sum persón og listarmann.

Borgarstjórin endaði við at siga “Tað kann valla vera nakar meira upplagdur persónur at fáa júst hesa virðisløn” og sipaði har ivaleyst til, at listarvirðislønin er uppkallað eftir sama Nólsoyar-Páll, sum Archibald Black restaurerar heimið hjá.

Klaksvíkar Kommuna rakti veruliga plettskot við at lata virðislønina í einum øðrum restaureraðum søguligum bygningi og setti harvið huglagið í samband við tað, listarvirðislønin serliga var latin fyri á hesum sinni.

Tá vit tríggir leitaðu okkum út í kalda kyndilsmessukvøldið, sat ein eftir við kensluni, at her varð skapt eitt mentanartiltak, ið var samanhangandi og gjøgnumført út í fingraspíssarnar – og meðan ungdómar stóðu á skíð oman Uppsalar leitaði hugarenslið til komandi mentanarhúsið og veldigu mentanarupplivingarnar, okkum eru í væntu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB