Lýsing

Viðurskiftini við grannalondini versnaði

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  04.02.2019 - 19:10 Politikkur Tíðindi

skrivar løgtingslimurin Jákup Mikkelsen, sum eisini er limur í løgtingsins uttanlandsnevnd

Jákup Mikkelsen skrivar soleiðis umvegis Facebook:


Nú má løgmaður taka í nakkan á Poul Michelsen.

At hava góð viðurskiftið við okkara grannar er sera týdningarmikið.

Síðan Poul Michelsen gjørdist uttanríkisráharri er vorðið sera kaldligt ímillum Íslandsku stjørnuna og landsstýrið, og sama ger seg galdandi við danska uttanríkisráðið og Poul Michelsen.

Tá Poul Michelsen fyri tíð síðan skuldi halda eina talu í Skotlandi, kom umbøn frá donsku stjørnini, um at fáa útskrift av taluni. Hetta er ongantíð hent fyrr. Sigur ikki so lítið um, hvussu lítið álit teir hava á Poul Michelsen.

Poul Michelsen segði í løgtinginum, at tá hann var á ráharra vitjan í Íslandi, fekk hann ikki so frægt sum ein kaffimunn á einari stjórnarskrivstovu og helt lítið um blíðskapin. Alt tað eg veit um, so verða føroyingar sera væl móttiknir í Íslandi og blíðskapurin frammúr.

Um so er, at Poul Michelsen er orsøkin til kuldan og vánalig viðurskifti millum okkum og grannar okkara, so má løgmaður taka í nakkan á honum og um neyðugt at seta Poul Michelsen frá sum landsstýrismann.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunu­felagið: Lovið úr røttum kassa
Seinheilaskaði og hvat so?
Upptakt: KÍ-B36
Video: Løgtingsvalið hósdagin tann 7. ju…
Jákup á Borg væntar undirhald
Tobbi mynstrar á Tjóðveldislista­num
Framhald­andi menning av Klaksvík og Norð…
Vælkomin umborð
VEGIR OG TUNLAR = BLEYT VIRÐIR
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…