Lýsing

Búnaðarstevnan 2019

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.02.2019 - 08:41 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Leygardagin tann 16. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað á fimmta sinni á Skúlatrøð í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum.

Landsstýrismaðurin í Búnaðarmálum, Høgni Hoydal, hevur sett skjøtul á menning og vøkstur innan føroyskan landbúnað og verður arbeitt miðvíst at røkka hesum málum soleiðis, at vit innan alt ov langa tíð í størst møguligan mun, kunnu gerast sjálvveitandi av eitt nú stráfóðri og øðrum landbúnaðarvørum, ið vit til dagligt innflyta úr okkara grannalondum.

Eitt annað áhugavert og viðkomandi mál, sum eisini verður viðgjørt á Búnaðarstevnuni í ár, er ferðavinnan og gongd í haga. Hetta hevur kveikt nógv neistar til kjak og tað eru ymiskar meiningar um hvussu hetta skal skipast frameftir, serliga tá ið hugsa verður um, at ferðafólkatalið og ikki minst tey, sum vilja uppliva ta føroysku náttúruna, skulu hátta sær frameftir og soleiðis, at øll kunnu verða nøgd, trygg og fáa nakað skilagott burturúr. Hetta verður eisini evnið í kjakpanelinum, sum verður til seinast.

Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.

Búnaðarstevnan er rímuliga væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað.

Skráseting er umvegis fylgjandi leinkjur:

http://www.bunadarstevna.fo/tilmelding.html

ella

https://www.atgongumerki.fo/all/582283/bunadjarstevnan-2019

 

Skráin er annars hendan:


Fundarstjóri: Jacob Vestergaard, sýslumaður

​09:30: Skráseting
09:50: Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna.
10:00: Jógvan Skorðheim (Ferðavinna)
10:20: Vinnumálaráðið (Ferðavinna og ferðavinnumøguleikar)
10:50: Fiskimálaráðið (Framtíðar landbúnaður) - Høgni Hoydal, landsstýrismaður
11:20: Búnaðarstovan (Landbúnaður) - Tróndur G. Leivsson, stjóri.
 
12:00 Miðmálið

Framløgur:
13:00 Helgi í Brekkunum: Seyðamaður og granskari
13:20 Jónheðin Tróndheim: Ræsing á serligan hátt
13:40 Bændasamtøk Íslands: Tjørvi Bjarnason, departamentchef - Landbrug i Island og aktuelle udfodringer 
14:10 Búnaðargrunnurin: Fígging og stuðul
14:30 Biogas verkætlanin: Fróði Mortensen
14:50 Visitfaroeislands: Jóhan Pauli Helgason
15:10 Ronnie Thomassen: Hvussu langt røkkur ognarrætturin uttangarða ?

​15:30 Framløgur liðnar / kaffi vm.
 
16:00: Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

Evni er: Ferðavinna og gongd í haga.

Nógv kjak, bæði millum vanlig fólk og í politisku skipanini, hevur verði seinastu tíðina um rættin at ferðast frítt í nátturuni, hetta kemst av tí nógv øktu ferðsluni í nátturuni, serliga frá ferðavinnuni.

Hvat gera vit við hendan trupuleikan/møguleikan? - Festarar og óðalsfólk varða av føroysku jørðini við rættindum og skyldum, hvussu fáa vit sum frægast burturúr? Kunnu vit skipa okkum við einum felags máli?

Fundarstjóri og orðstýrari:          Jón Brian Hvidtfeldt

​Pallborðsluttakarar:   Búnaðarstovan, Bóndafelagið, Óðalsfelagið, Visitfaroeislands, Vinnumálaráðið,
Fiskimálaráðið
 
18:00 Borðhald

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunu­felagið: Lovið úr røttum kassa
Seinheilaskaði og hvat so?
Upptakt: KÍ-B36
Video: Løgtingsvalið hósdagin tann 7. ju…
Jákup á Borg væntar undirhald
Tobbi mynstrar á Tjóðveldislista­num
Framhald­andi menning av Klaksvík og Norð…
Vælkomin umborð
VEGIR OG TUNLAR = BLEYT VIRÐIR
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…