Lýsing
Lýsing

Kanningarferð um hægri úbúgving og málspurningar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv - Hanna Jensen  |  05.02.2019 - 12:19 Politikkur Tíðindi

Tá lágárstíð er í løgtinginum er høvi at seta seg nærri inn í týðandi politisk evni fyri føroyska samfelagið. Í hesum sambandi vitjaðu tingkonurnar, Hanna Jensen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, í farnu viku í Hollandi.

Vitjað varð m.a. á universitetinum í Groningen, hjá Málfelagsskapinum Taalunie, og tinginum, Tweede Kamer – hesi bæði seinnu í den Haag.

Á fundinum í Tweede Kamer hittu tær tingkonurnar, Lenny Geluk-Poortvliet frá CDA og Judith Tielen frá VVD og samskiftu serliga um mentamál, útbúgvingarmál og viðurskifti viðvíkjandi tjóðarmáli - les meira.

Hægri útbúgving og altjóða universitet

Holland hevur í fleiri áratíggju satsað upp á at gerast eitt altjóða lestrarland og hava lærustovnar og myndugleikar arbeitt miðvíst við at gera samstarvsavtalur og at laga til serliga MA-lestur á enskum. Úrslitið er, at landið hevur størsta útboð av enskmæltum skeiðum og útbúgvingum uttanfyri tann enskttalandi heimin. Hetta skapar eina rúgvu av spennandi lestrarbýum, ein hóp av útbúgvingar- og granskingarsambondum eins og eina hægri inntøku til lærustovnarar, tí tey lesandi frá londum uttanfyri ES gjalda eitt hægri skúlagjald enn ES borgararnir. Spurningurin um hollendska málið yvirfyri enskum gerst soleiðis sera viðkomandi í sambandi við hægri útbúgving og gransking.

Groningen, við slagorðinum, City of Talent, við sínum yvir 200 tús íbúgvum, hevur fleiri enn 50.000 lesandi, serliga á Hanze Universiteti og á Groningen Universiteti. Býurin er soleiðis “yngsti býur” í landinum við flest íbúgvum yngri enn 35 ár. Hann er týdningarmikli býurin í Norður Hollandi og áhugin fyri Norðanlondum er lutfalsliga stórur.

Hósdagin 31.januar tók býurin og Groningen Universitet ímóti einum stórum hópi av nýggjum altjóða lesandi, sum skulu lesa á stovninum í styttri ella longri tíðarskeið. Stórt tiltak var í Martini Kirkju, har universitetið, býurin og mangir stovnar og felagsskapir kappaðust um at lætta um hjá teimum nýggju lesandi á staðnum. Á myndini omanfyri er tað altjóða samskiparin á Groningen Universiteti, Jodien Houwers, sum vísir føroysku tingkonunum runt og kunnar.

Groningen Universitet er triðstørsta í Hollandi, við 11 fakultetum og uml. 30.000 lesandi. Á hesum stovni ber eisini til at lesa norðurlendsk mál. Tingkonurnar hittu 4 av teimum, sum undirvísa, granska og hava førleikar í donskum, svenskum, norskum og ikki minst føroyskum! Tað er Remco Knooihuizen, málgranskari, fremst til høgru á myndini niðanfyri, sum hevur lært seg føroyskt, og sum m.a. hevur verið á summarskeiði á Føroyamálsdeildini í 2004 og hevur havt framløgu á Frændafundi í Føroyum í 2013.

Málpolitikkur

Eitt annað hæddarpunkt var vitjanin hjá felagsskapinum fyri hollendskum máli, Taalunie, sum er eitt samstarv millum tey lond og øki, har “dutch” verður tosað. Her var serligt høvi at samtala um avbjóðingar hjá tjóðarmálum í altjóðagerðini, um liberalan ella strangan málpolitikk, um málrøkt, máltøkni og hvussu londini í felagsskapinum raðfesta dagførda vitan um sítt mál, um hvørji øki málið er í vanda fyri at missa, og um hvussu tryggjað verður, at útlendingar nær og fjar áhaldandi læra seg hetta mál sum fremmandamál.

Á sera inspirerandi fundinum í Taalunie luttóku Marteen Vidal, politikkskrivari og Johan Vanhoorde, senior ráðgevi, sum eisini er forseti fyri EFNIL (European Federation of National Institutes for Language).

Stutta niðurstøðan er, at hóast støddarmun, so hava málsamfeløg okkara nógvar avbjóðingar og mong áhugamál í felag. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KRF sett nýggjar venjarar
Voluntouristar gera gøtu niðan til kikar…
Enn hava tey ikki fingið lívið av honum!
KÍ spælir toppdyst í Leirvík
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…